SJÓNLEIKUR
Sagt verður frá føroyingasøgu sum ongantíð áður á Meiarínum. Ì ein góðan tíma verður ferðast runt í føroyingasøgu til deyða Trónd í Gøtu.
Alt verður sjálvandi ikki tikið við, men áskoðarin fær eitt gott innlit í føroyingasøgu.
Leikarar eru Katarina Nolsøe og Kristina Hansen. Leikstjórnað hevur Ria Tórgarð. Tær tríggjar hava saman staðið fyri leikgerðini.
Ria Tórgarð greiðir frá, at tær leggja stóran dent á søguna ? at siga frá søguni.
- Vit halda, at málbólkurin frá umleiðs tíggju ára aldur og eldri hevur verið forsømdur. Føroyingasøga er ómetaliga væl egnað at siga frá og spennandi við nógvum møgleikum. Vit vilja síggja, hvussu børn taka ímóti søgum í einum sjónleikarhúsi, sigur Ria Tórgarð.
Men hetta er kortini ikki bert at meta sum ein barnaleikur. Ein familjuleikur er kanska eitt betri orð at seta á.
Leikararnir siga frá í einum serstakum málstíli. Nýtt verður nógv gerandismál. Ikki sørt av slang og meira ungdommiligum málburði fjeppast uppi í frásøgnini saman við nútíðar skemti.
Eitt nú vil Svínoyar Bjarni hava ein Yaris.
Eisini ein stórur partur av Brestiskvæðnum verður nýtt til lýsa part av søgugondini saman við øðrum kvæðum.
- Tað vildi verið ógvuliga gott, um vit kundu vakt ans fyri kvæðunum millum tey ungu, sigur Ria Tórgarð.
Eisini okkurt prik er at finna í leikinum. Miðflokkurin fær í øllum førum eina heilsan av Meiarínum í leikinum.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Strævið lív
Tær báðar, Kristina og Katarina, sigur tað vera strævið lív at spæla hendan leikin. Tað krevur nógva orku at standa á palli og siga frá so leingi uttan stórvegis steðgir. Men tær hava vant dúgliga og vænta, at tað fer at ganga heilt væl væl.
Frumsýningin verður leygarkvøldið klokkan 19. Spælt verður síðani aftur sunnudagin kl. 16. Síðani verður spælt aftur hóskvøldið kl. 20 og fríggjakvøldið kl. 20. Fleiri sýningar verða eisini, og ætlanin er at spæla, so leingi fólk hava hug at síggja leikin.
Serligur dentur verður lagdur á at spæla fyri skúlum. Skúlarnir í høvuðsstaðarøkinum fáa fyrst møguleikan at koma á Meiaríið at hyggja. Ætlanin er eisini at fara kring landið við leikinum, sum hóskar seg sera væl at ferðast við.
Katrin Bonde hevur gjørt búnarnar til Føroyingasøgu. Ljós og ljóð hava Jónas Bloch Danielsen og Símun Pauli Hansen staðið fyri.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Írskur leikur
Á tíðindafundi hósdagin varð eisini avdúkað, hvør tann næsti leikurin hjá Grímu verður. Talan er um leikin Vakurleikadrotningin úr Leenane, sum írin Martin McDonagh hevur skrivað. Hann er kanska mest kendur í Føroyum fyri leikin Krypilin frá Inishmaan, sum Gríma spældi á heysti 2000.
Egi Dam, sum leikstjórnar og hevur týtt henda leik, sigur, at talan er um ein leik, sum hóskar seg væl til føroysk viðurskifti.
Leikurin fer fram í 1989. Hann snýr seg um mammu og dóttur, sum er læstar fastar í hvørjari aðrari. Leikurin er fullur av spenningi og svørtum humori.
Vakurleikadrotningin úr Leenane verður frumsýnd 20. mars.