Bátastevna
Umleið 200 fremmandir gestir koma úr flestu Norðanlondum og úr Hetlandi á bátastevnu á Tvøroyri um vikuskifti. Danskt sjónvarpslið verður eisini við. Men føroyingarnir mangla í stóran mun, siga fyrireikararnir.
Stevnan, sum ætlað er sum ein samskipað báta- og mentanarstevna, var ætlað sum eitt høvi hjá føroyingum við áhuga fyri bátum at hitta útlendingar við sama áhuga.
Og útlendingarnir hava víst áhugan í tann mun, at einir 200 fremmandir gestir koma hendanveg, upplýsir Jonny Dimon á Kunningarstovuni á Tvøroyri, sum samskipar tiltakið, ið verður hildið um vikuskiftið.
Bert av eini einstakari oyggj uttan fyri Gõteborg í Svøríki koma heili 50 fólk, umframt at 30 hetlendingar eisini koma hendanveg, sigur hon.
Útlendingar í meiriluta
Sviarnir eru fólk í øllum aldri, bæði kvinnur og menn. Tey hava gott samband við føroyska felagið í Ishøj, greiðir Jonny Dimon frá, og hava fleiri ferðir luttikið í kappróðri saman við teimum.
Hetlendingarni koma við Norrønu mikudagin, og fara síðan til Klaksvíkar, har teir vera til fríggjadagin, tá farið verður til Suðuroyar.
Hetlendsku gestirnir hava gott samband við Klaksvíkina, sigur Jonny Dimon, og teir hava eitt gamalt føroyskt 10-mannafar við sær, sum teir hava fingið úr Klaksvík.
Annars er tað bara føroyska róðrarfelagið í Ishøj, sum hevur egnan bát við. Men aftur fyri er tað ein bátur sum kendur er á Trongisvágsfirði. Nevniliga gamla 10-mannafarið Tvørabáturin hjá Froðbiar Sóknar Róðrarfelag, sum felagið í Ishøj nú eigur.
Men er áhugin stórur millum útlendingarnar, kann tíverri ikki sigast tað sama um føroyingar, sigur Jonny Dimon.
Hóast boðað er frá stevnuni í góðari tíð, og lýst hevur verið við henni fleiri ferðir, er bara onkur hendingur norðanfjørðs, sum hevur víst áhuga.
Hinvegin verða suðringar umboðaðir við bátum úr bæði Hvalba og Vági. Millum annað er boðað frá, at kendu grindabátarnir úr Vági fara at rógva norður á Tvøroyri leygarmorgunin.
Tað gleða tey seg til á Tvøroyri, sigur Jonny Dimon, og er ætlanin, at seksæringurin Naddoddur av Tvøroyri skal fara at taka í móti teimum og fylgja teimum inn eftir firðinum.
Heilt eiðasørt verður tað ikki norðaneftir kortini, tí eitt nú Norðlýsið fer at luttaka á stevnuni.
Eisini aðrastaðni enn bert í bátaumhvørvinum er frætt um hesa stevnuna. Eitt nú fer danska TV2 at senda eitt sjónvarpslið til Føroya í samband við stevnuna, sigur Jonny Dimon. Tey koma hendanveg mitt í vikuni og verða verandi, til liðugt er. Og tað gleðast tey um á Tvøroyri, sigur hon.
Gera klárt
Ein slík stevna er altíð óført høvi til at gera ymiskt, sum annars meira ella minni hevur ligið á láni. Slíkt er ikki ókent.
Eisini á Tvøroyri verður í hesum døgum arbeitt við at gera ymiskt, sum ligið hevur, nú so nógvir fremmandi gestir eru væntandi í einum.
Bátafelagið Naddoddur heldur til í einum neystið Inni á Tanganum. Og hóast umstøðurnar har hava verið rímiligar, verður nú gjørt væl burtur úr at betra tær, greiðir Jonny Dimon frá.
Eitt nú gera teir økið niðan fyri neystið soleiðis, at til ber at savna fleiri fólk har, hóast sjálv brúgvin, sum ætlanir eru um, kanska ikki verður heilt liðug nú beinanveg.
Eisini inni í neystinum verður vælt um, og eitt nú wc og tílíkt, sum brúk kann vera fyri hjá fremmandum fólki, sum vitjar við bátum, verður sett í góðan stand.
Óheppið samanfall
Ein av grudnunum til, at so fáir føroyingar hava boðað frá luttøku, man vera, heldur Jonny Dimon, at árliga regattain norðuri í Sundalagnum er hetta sama vikuskiftið. Tá plagar at verða siglt av Eiði til Hósvíkar, har yvirnáttað verður, áðrenn hildið verður fram til Nólsoyar.
Ætlanin var tó ikki, at hesar báðar stevnurnar skuldu falla saman, og soleiðis var heldur ikki, tá fyrireikingrnar byrjaðu.
?Tá fingu vit at vita, at hitt tiltakið skuldi vera fyrsta vikuskiftið í august, og tí løgdu vit okkara nú, sigur Jonny Dimon. Síðan er tiltakið í Hósvík flutt. Men tá bar ikki til hjá okkum at flyta, tí so nógvir útlendingar longu høvdu lagt sína ferð hendanveg til rættis.
Hugsandi er eisini, at bátar norðaneftir heldur velja Sundalagið, sum lættari er at koma til, enn at fara um Suðuroyarfjørð, metir hon.
Veitsla og útferð
Tað verða onnur tiltøk enn sigling á stevnuni. Millum annað verður stórur dentur lagdur á tað sosiala og mentanarliga annars. Eitt nú við at hava dans á bryggjuni. Framsýningar av ymsum sløgum. Veitslu og útferð, greiðir Jonny Dimon frá.
Meðan stevnan er, er ein framsýning í Gallarí Oynni á Tvøroyri, har kend listafólk fara at sýna fram. Hendan sýningin er eisini partur av Listastevnuni.
Fornminnissavnið í gomlu læknahúsunum er opið, eins og til ber at sleppa inn at síggja gamla Kongaliga Handilin á Tvøroyri. Handilin hjá Thomsen. Hann var fyrsti úthandilin, sum skipaður varð í Føroyum í einahandilstíðini. Eisini er kirkjan opin fyri vitjandi.
Leygarkvøldið verður stór veitsla í ítróttarhøllini í Trongisvági, har tvey orkestur fara at spæla til dans eftir borðhaldið. Hans Jacob og vinmenn úr Vági, og Laðamenn úr Hvalba.
Sunnudagin verður, um viðrar, farið útferð kring Suðuroynna við Smyrli.
Stevnan endar síðan, og gestirnir fara so pø á pø avstað aftur. Teir flestu við flogfari, men norðmenn og hetlendingar ferðast við Norrønu báðar vegir.










