Føroyingarnir hava mist plássini

Hvørgin føroyingurin var millum teir fyrstu ellivu, tá ið Fram mánakvøldið tók seg upp um niðurflytingarstrikuna

Fyri fyrstu ferð síðani tíðliga á árinum eydnaðist tað Frarm í Reykjavík mánakvøldið at lyfta seg upp um niðurflytingarstrikuna. Fram hevði á Laugardalsvøllinum vitjan av Grindavík. Úrslitið var 2-1 til heimaliðið. Úrslitið bar við sær, at Fram nú er á áttanda plássinum, meðan Grindavík er næstaftast. KA av Akureyri er aftast við ellivu stigum, Grindavík hevur tólv og Fram trettan stig.
            1383 áskoðarar møttu á tjóðarleikvøllinum í Reykjavík. Teiur sóu Rikharður Daðason leggja heimaliðið framum eftir frísparksstøðu, tá ið fyrra umfarið var hálvrunnið. Á hálva tímanum økti Andri Steinn eftir verjumistak. Í síðsta álopinum undan steðginum minkaði Grétar Ó. Hjartarson um munin, og so komu tað ikki fleiri mál. Sagt verður, at Albert Sævarsson stóð seg væl í málinum hjá Grindavík.
            Hvørki Fróði Benjaminsen ella Hans Fróði Hansen vóru millum teir fyrstu ellivu hjá Fram. Hans Fróði kom als ikki á vøllin. Fróði Benjaminsen varð settur inn á miðvøllin í 62. minutti, og sambært íslendsku miðlunum stóð hann seg væl.
            Sunnudagin skal Fram spæla á útivølli ímóti Fylkir.