Føroyingarnir hava mist klokkuna burtur

Fótbóltur: Vøllurin, sum landsliðið fyrireikar seg á, er einki at reypa av

(VILNIUS) Tað gekk upp á stás hjá føroyska ferðalagnum at koma upp á pláss í Vilnius mikukvøldið. Og hósmorgunin varð so av álvara farið undir fyrireikingarnar til dystin, sum verður í annaðkvøld klokkan átta lokala tíð ella klokkan sjey føroyska tíð.

Undan fráferðini úr Føroyum fingu vit at vita, at teir eru tveir tímar frammanfyri okkum, og hetta er eisini í tráð við tað, sum stendur í bókum og heftum. Men tá føroyingarnir komu á gistingarhúsið vóru klokkurnar bara ein tíma undan føroysku klokkunum, og so hava føroyingarnir innrættað seg eftir tí.

Á veg til Vilnius hjálptu flogternurnar hjá Atlantsflog felagnum 12. Manni at selja blusur, turriklæði og topphúgvur, og hjá teimum, sum keyptu, kom hetta væl við, tí hóast sólin sær, og tað er klárt, so er tað kalt ? kanska eini fýra stig ? og tað er eisini eitt sindur av vindi. Onkur helt fyri, at flettingarveðrið var betri í Vilnius, enn tað er í Føroyum!


Góða tíð

Sammett við so nógvar aðrar uttanlandaferðir, so hava Allan Simonsen og spælararnir hesa ferð betri stundir at fyrireika seg í.

Fyrsta venjingin var í gjáramorgunin, og teir skuldu venja aftur í gjárkvøldið og í fyrrapartin í dag. Venjingarnar eru á einum ikki serliga slættum vølli. Tað tekur eitt gott korter at koyra hagar frá gistingarhúsinum. Vøllurin er í einari park, har stadion eisini er. Føroyingarnir skulu venja á stadion í kvøld klokkan átta.

Síðst, Litava spældi, megnaðu teir 0-0 móti Skotlandi. Tað boðar frá, at talan er um eitt gott lið, men Allan Simonsen veit ikki so nógv at siga um teir:

? Eg havi sæð okkurt brot í sjónvarpinum, men í dag fái eg upptøku av dystinum, sum teir spældu móti Skotlandi, og so mugu vit kanna, hvussu tað gekk fyri seg, sigur føroyski venjarin.