Føroyingarnir fara úr Vali

Í løtuni sær tað út til, at tað í mesta lagi verður ein føroyskur spælari eftir í íslendska høvuðsstaðarfelagnum, har tað síðsta kappingarár vóru tríggir føroyskir landsliðsspælarar

Yvirhøvur eru tað trongar tíðir hjá fótbóltsfeløgum. Fíggjarkreppan kring heimin ber við sær, at tað er væl strævnari at fáa inntøkur til vega, enn tað hevur verið, og harvið er tað torførari hjá fótbóltsfeløgum at rinda lønirnar, sum tey eru sátt­málabundin at gera.
Soleiðis er tað í føroysku fel­øg­unum, og soleiðis er tað uttan­lands, eitt nú í Íslandi, har tríggir føroyingar í fjør vóru í høvuðs­staðar­felagnum Vali.
– Tað er neyðugt at lækka um rakstrarútreiðslurnar, um tingini skulu hanga saman. Raksturin verð­ur ikki lægri fyri tað, um ein spæl­ari verður seldur til annað felag. Um tað skal eydnast at minka um útreiðslurnar, so er neyðugt at allar rakstrarútreiðslurnar lækka, og tað vil fyrst og fremst siga lønar­parturin, tí tað er hann, sum fyllir mest.
Hetta eru boðini, sum Valur í Reykjavík hevur varpað út í ís­lendsku pressuna, og tað er ivaleyst í hesum ljósinum, at tað skal síggj­ast, at tveir av teimum trimum før­oysku landsliðsspælarunum, sum hetta kappingarárið vóru í Vali, nú eru farnir úr felagnum ella eru á veg úr felagnum.
Jónas Þór Næs, Pól Jóhannus Justinussen og Christian R. Mouritsen vóru í Vali síðsta kapp­ingarár. Nú er tað greitt, at Christian ikki verður í Íslandi næsta ár. Sum tað varð fráboðað í síðstu viku, so hevur Christian R. Mouritsen skrivað undir sáttmála við HB, sum hann er uppvaksin í.
Enn hevur einki verið at hoyra um, at Jónas ikki verður í Vali næsta ár. Um vongverjin í høgru, sum var ein tann stinnasti av øllum spælarunum hjá Vali síðsta kapp­ingarár, verður í íslendska felag­num, so verður hann eftir øllum at døma einasti føroy­ing­urin.

Í Aalborg
Pól Jóhannus Justinussen var í síðstu viku í AaB og royndarvandi. Hann var við í venjingardysti, sum næstbesta liðið spældi ímóti granna­felagnum í Norðurjyllandi, FC Hjørring, sum er á níggjunda plássi, nú næstbesta danska deildin er farin í vetrardvala.
AaB vann 2-0, og heimasíðan hjá felagnum vildi vera við, at føroyski landsliðsspælarin stóð seg væl. Á heimasíðuni hjá Tipsblaðnum vita teir at siga, at Pól Jóhannus Justinussen er miðverji og vinstri vongverji, og at hann eisini kann brúkast longri frammi í vinstra borði. Tað kann ikki sigast annað, enn at teir hava gjørt lektiur!
Tað vóru annars mest sum før­oysk líkindi, tá ið AaB í superliguni í gjárkvøldið hevði vitjan av AGF. Teir í Århus vunnu jyska klassikaran 2-0 í rættuliga nógvum vindi.
Enn er einki avgjørt, um tað verður í Aalborg ella aðra staðni uttan­lands, at Pól Jóhannus Justinussen fer at spæla bólt. Í Aalborg vita teir, hvussu tað er at hava føroyskar spælarar á lønar­listanum. Bæði Jón Rói Jacobsen og Súni Olsen hava áður umboðað AaB.

Fleiri møguleikar
Tað hevur ljóðað, at samband var millum Pól Jóhannus og B36, sum hevur leitað eftir avloysara fyri Odmar Færø, men nú er tað greitt, at tað ikki verður Pól Jóhannus.
B36 var áhugað í at knýta vinstra beinta málsókna mannin aftrat sær, men Justinussen maðurin hevur hug at royna eydnuna uttanlands, og tað er framvegis møguleiki
fyri tí.
Umframt í Danmark hevur áhugi verið fyri 22 ára gamla lands­liðs­spælaranum í Noregi og eisini í onkrum felag í Onglandi.