DANMARK 1. DEILD
Tað gongur strúkandi hjá Horsens, og Johan B. Hansen er fastur maður á liðnum. Horsens er oddalið í næstbestu deildini. Fyrstu umførini síðani vetrarsteðgin hava teir fingið fult, og harvið bendir einki á, at gongdin skal vera sum í fjør, tá ið teir fram ímóti sumrinum mistu trygga leiðslu og harvið eisini kiksaðu í uppflytingastríðnum.
Í páskafrítíðini hava teir vunnið 2-1 á heimavølli ímóti botnliðnum Dalum og 2-0 á útivølli ímóti NFA.
Hjá Frem hevur tað ikki hilnast so væl. Burturúr tveimum dystum fingu teir bara eitt stig, og tað hevðí við sær, at teir duttu aftur á triðja plássið. Lykladysturin Skírisdag í Haderslev ímóti Sønderjyske varð taptur 3-2. Jón Rói Jacobsen var orsaka av skaða ikki førur fyri at spæla, og tað siga teir í Frem kendist sum ógvuliga dyggur smeitur fyri verjuspælið.
2. páskadag var Jón Rói Jacobsen aftur á liðnum. Hann økti við góðum stútara eftir horna til 2-0 í 65. minutti, og alt bendi á heimasigur í Valby. Men so klossaðu teir í tí, og Fredericia javnaði til 2-2.
Andrew av Fløtum tykist hava vunnið fast pláss millum teir fyrstu ellivu hjá Fremad Amager. Skírisdag vunnu teir 2-1 á Eysturbrúgv ímóti B93. Andrew av Fløtum spældi teir fyrstu 77 minuttirnar, og hann legði Fremad Amager framum 1-0. Hann segðist vera framúr væl upplagdur í 1. hálvleiki. Hetta var fjórða málið hjá Andrew í hesum kappingarárinum.
2. páskadag tapti Fremad Amager á heimavølli 2-1 ímóti Køge. Andrew av Fløtum var á vøllinum allar 90 minuttirnar.
Í superliguni varð ikki spælt í páskavikuni. Tað kemst av HM undankappingardystunum, sum vóru á skránni páskaaftan, og sum aftur vera á skránni í kvøld.