Føroyingar ynskja ikki fría fosturtøku

Ein meiriluti av føroyingum ynskir ikki fría fosturtøku í Føroyum, men kortini ynskja tey flestu, at verandi fosturtøkulóg skal broytast

Ein spurnarkanning, sum Lóður hevur framt, vísir, at ein meiriluti av føroyingum ynskir ikki fría fosturtøku í Føroyum, men kortini ynskja tey flestu, at verandi fosturtøkulóg skal broytast.

 

Í kanningini svara 46,2 prosent av teimum spurdu, at núverandi fosturtøkulóg eigur at broytast, meðan 20 prosent siga seg ikki ynskja broyting. 33,8 prosent vita ikki. Seinasta almenna spurnarkanning um fosturtøku gjørdi Gallup fyri Fregnir í 2002. Tá vildu 48 prosent broyta lógina, meðan 35 prosent vildu varðveita hana. Bólkurin av teimum, sum ikki vita ella ikki vilja svara er voksin úr 17 prosentum upp í 33,8 prosent.

 

Tá so somu fólk verða spurd, hvussu fosturtøkulógin skal broytast, svara 29,1 prosent, at tey ynskja fría fosturtøku í Føroyum, meðan ein meiriluti, 56,1 prosent siga, at fosturtøka skal loyvast einans í ávísum ella serligum førum. 6,5 prosent av teimum spurdu halda, at fosturtøka eigur at bannast fullkomiliga.

 

Um samanborið verður við kanningina hjá Gallup í 2002, so er undirtøkan fyri fríari fosturtøku nógv vaksin, úr 9 prosentum í 2002 til 29,1 prosent nú. Samstundis er undirtøkan fyri at banna fosturtøku minkaður úr 14 prosentum í 2002 til 6,5 prosent í nýggju kanningini. Samanberingin má tó takast við fyrivarni, tí svarmøguleikarnir vóru annarleiðis í kanningini hjá Gallupi. Tá svaraðu sjey prosent, at tey ynsktu at linka verandi lóggávu, meðan 19 prosent søgdu seg vilja herða hana. Nýggja kanningin spyr ikki, um tey mongu, sum einans vilja loyva fosturtøku í ávísum førum, ynskja at herða ella linka lóggávuna.

 

Teimum, sum søgdu, at tey ynsktu eina broytta fosturtøkulóggávu, men kortini ikki fría fosturtøku, varð spurningurin eisini settur, um í hvørjum førum tey halda, at fosturtøka skal vera loyvd. Tá svara 85 prosent, at fosturtøka skal vera loyvd, tá vandi er fyri lívi ella heilsu hjá kvinnuni. 75 og 71 prosent siga, at fosturtøka skal vera loyvd, um kvinnan er vorðin við barn orsaka av neyðtøku ella av blóðskemd.

 

54 prosent siga, at fosturtøka skal vera loyvd, um vandi er fyri lívi ella heilsu hjá barninum. 36 prosent siga, at fosturtøka skal vera loyvd, um mamman hevur avbjóðingar við síni sálarligu heilsu. Einans 19 prosent vilja loyva fosturtøku, um sannlíkindi eru fyri, at barnið ber brek og einans 17 prosent vilja loyva fosturtøku, um sosial atlit, so sum aldur, inntøka, arbeiðsstøða, familjuviðurskifti og tílíkt møguliga tala fyri.

 

Í Vikuskiftissosialinum er í dag stórt tema um fosturtøku. Umframt kanningina er samrøða við Katrin Kallsberg, yvirlækna, um fosturtøkur. Eisini greiða Katrin R. Joensen, forkvinna í SU, og Aksel Berg, nevndarlimur í UFM, frá sínum sjónarmiðum. Vikuskiftissosialurin er til keyps í sølubúðunum í miðstaðarøkjunum í dag og um alt landið í morgin.

 

Kanningina hevur Lóður gjørt fyri Javnaðarflokkin á Fólkatingi. Øll kanningin er at lesa á heimasíðuni og Facebookvanganum hjá Javnaðarflokkinumá Fólkatingi.