Seinnapartin týsdagin kunngjørdi Vinnuhúsið eina spurnarkanning, ið Gallup-Føroyar hevur latið gjørt. Í døgunum 16 til 22 juni vórðu 522 fólk spurd um, hvørja støðu tey høvdu um støðuna á føroyska arbeiðsmarknaðinum.
Í kjalarvørrinum av uppskotinum hjá Vinnumálaráðnum um ein arbeiðsrætt ella einum føstum gerðarrætti, sum hann verður kallaður í Føroyum, røkist fyri, at ein meiriluti av føroyingum taka undir við einum serligum rætti, ið skjótt kann taka avgerðir um ivamál í sáttmálum á arbeiðsmarknaðinum.
Størsti meiriluti í Fólkaflokkinum
Í alt siga 60 % av teimum spurdu, at tey eru samd í, at ein serligur rættur verður settur á stovn, ið kann avgreiða ósemjur skjótt og greitt. 21% av teimum spurdu eru ósamd, meðan 19% siga seg ikki vita.
Spurningurin um ein at seta ein rætt at taka sær av ósemjum á arbeiðsmarknaðinum hevur leingi verið umrøddur sum eitt stríð millum fakfeløgini og arbeiðsgevararnar
Verður nærri hugt at floksbýtinum, eru tað serliga fólkafloksveljarar, ið eru heitast fyri serliga rættinum. Heili 77% taka undir. Í hinum trimum stóru flokkunum er eisini meiriluti millum veljararnar fyri einum serligum rætti, men munurin á teimum, ið eru samd og ósamd er væl minni enn hjá fólkafloksveljarunum.
Hetta býtið er ikki óvæntað, tí kanska serliga hava báðir teir vinstrahallu flokkarnar, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin ígjøgnum tíðina havt ein sermerkt samband við føroysku fakfelagsrørsluna.
Søguliga sæð hava báðir flokkarnir hava verið málgagn hjá ávísum fakfeløgum, og hóast sambandið millum flokkarnar og fakfeløgini hevur verið minkandi seinnu árini, so kemur tað valla óvart á nakran, at veljarar hjá hesum flokkum eru varnari fyri at seta ein rætt á stovn.
Á sama hátt hava vit ikki havt nakran flokk, ið sermerkt hevur havt samband við arbeiðsgevarasíðuna, men ein fer neyvan heilt av leið, um nevnir Sambandsflokkin og kanska serliga Fólkaflokkin sum søguliga báðir hava talað arbeiðsgevaranna søk.
Hvussu er og ikki við floksbýtinum, so er gongur fram við Gallup-kanningini hjá Vinnuhúsinum, at ein meiriluti av føroyska fólkinum ynskir ein serligan rætt settan á stovn.
Í løtuni er stríðið um tað skal lóggevast ella um feløgini á arbeiðsmarknaðinum sjálvi skulu koma til sættis um ein fastan gerðarrætt. Hóast tann spurningurin ikki framgongur í kanningini, so kundi verði áhugavert at fingið at vita, hvørja áskoðan fólk høvdu til tann spurningin.