Føroyingar vunnu maraton í Keypmannahavn

Tveir føroyingar vunnu sínar aldursbólkar í Copenhagen Maraton, sum var sunnudagin. Í aldursbólkinum 50 til 54 ára gamlar kvinnur endaðu føroyingar nummar eitt og tvey, skrivar heimasíðan fif.fo.

 

Jens Weihe hevur áður vunnið sín aldursbólk í Copenhagen Maraton, faktiskt heili tríggjar ferðir, men sunnudagin vóru tað tveir aðrir vinnarar - Cecil Weihe og Krista Nielsen.

Cecil Weihe vann sín aldursbólk, menn millum 50 og 54 ár, við heili trimum minuttum. Sjálvur rann hann teir 42 kilometrarnar upp á 2 tímar, 49 minuttir og 37 sekund. Av øllum teimum 757 luttakarunum gjørdist Cecil Weihe nummar 71.

 

Í aldursbólkinum kvinnur millum 50 og 54 ár endaðu tvær føroyskar kvinnur ovast. Krista Nielsen og Ann Thomsen settu báðar nýggj persónlig met og endaðu framman fyri 216 aðrar kvinnur. Krista endaði nummar eitt við tíðini 3 tímar, 17 minuttir og 35 sekund, meðan Ann Thomsen endaði nummar tvey við tíðini 3 tímar, 22 minuttir og 50 sekund. Samlað endaði Krista Nielsen nummar 40 av 2.221 kvinnum, meðan Ann Thomsen endaði nummar 67.