Føroyingar vunnu fimm finalur

Sum partur av leikaramenning hjá Badmintonsamband Føroya, BSF, vóru ungir føroyskir badmintonleikarar vil á Danish Junior Open í Farum á hvítusunnu.

 

Hetta er ein opin kapping í badminton við luttakarum úr Svøríki, Noregi, Týsklandi, Danmark og Føroyum.

Í føroyska ferðalagnum, ið hevði umboð úr øllum badmintonfeløgum í Føroyum, vóru 13 spælarar, umframt ein føroyskur spælari, ið spælir við donskum felagi.

 

Byrjað var við bólkaspæli, har allir føroyingarnir stóðu seg væl. Bólkavinnararnir komu víðari til endaspælið, har allir dystir skuldu vinnast fyri at varðveita luttøku. Fimm føroyingar megnaðu at stríða seg til eitt finalupláss í einmansleiki. Kristina Eriksen, HBF, vann gull í U15-a, Mona Rasmusdóttur, ÍF, vann silvur í U13-a, Bartal Poulsen vann gull í U15-m, Bárður á Reynatrøð, ÍF, vann gull í U13-a, og Dann Fróðason, MBF, vann silvur í U13-a.

 

Tað sermerkta í U13-a dreingir var, at báðar finalistarnar í einmansleiki vóru føroyingar – nevniliga Bárður á Reynatrøð og Dann Fróðason.

 

Eftir eina spennandi og javna finalu, skuldu Bárður og Dann standa saman í tvímansleiki, har teir megnaðu at vinna gullið heim.

 

Í blandaðum tvímansleiki í U17-a vunnu Sólfríð Hjørleifsdóttir, VÍF og Magnus Dal-Christiansen, HBF, gull.

Sostatt vunnu føroyingar fimm finalur og ognaðu sær silvur í tveimum førum.

 

Á myndini eru tey, aftast frá vinstru: Bárður á Reynatrøð, ÍF, Dann Fróðason, MBF, Marjun á Lakjuni, KBF, Kristina Eriksen, HBF, Andras Dánjalson, MBF, Teitur Jakobsen, HBF, Rani í Bø, KBF, og Bartal Poulsen, Aarhus AB. Í miðjuni eru tey, Aritra Nandi, venjari, Mona Rasmusardóttir,ÍF, Jensa Tórolvsdóttir, ÍF og Ari Nandy, MBF. Fremst eru tey Magnus Dal-Christiansen, Sólfríð Hjørleifsdóttir og Rógvi Ziskason