Tey best umtóktu ferðastøðini hjá føroyingum í summar, eru lond har Atlantsflog flygur beinleiðis til. Á ferðaskrivstovuni Flonn Flog siga tey, at størsti eftirspurningur eftir ferðaseðlum í summarmánaðunum hevur verið til Mallorca og Barcelona.
Eisini spyrja fólk nógv eftir ferðum við Nørruni til Danmarkar, fyri síðani at fara til Lalandia ella Danland. Summi velja tó at fara eitt sindur longri, so sum til Dubai, Tailands, Grønlands ella USA. Tey sum velja USA velja ofta New York, ella áðrar býir sum eru lættir at ferðast til úr millum annað Íslandi, greiða tey frá úr Fonn Flog.
Føroyingar vilja tó ikki har, sum ófriður er og eftirspurningur eftir ferðaseðlum til Turkalands og Egyptalands er minkaður ógvuliga nógv.
-Fyri fáum árum síðani var stórur gravgangur eftir ferðaseðlum til Turkalands, tí har er gott veður, góð gistingarpláss og bíligt at ferðast, men nú selja vit lítið og onki til Turkalands, siga tey frá ferðaskrivstovuni.
Føroyingar setast tó ikki aftur at ferðast til býir so sum Stokholm og London, hóast yvirgangur nýliga hevur verið har, verður greitt frá.








