Føroyingar vilja síggja Skotland

Á Smyril Line verður sagt, at feskastu sølutølini geva eina greiða ábending um, at tað var rætt at taka Skotlands-siglingina uppaftur Við lýsingarherferðum í bløðum og útvarpi eins og skotskari viku í SMS hevur Smyril Line sett fokus á Skotland sum ferðamál. Og hetta hevur eftir øllum at døma givið úrslit.

Jákup Sverri Kass, sølu- og marknaðarstjóri á Smyril-Line, sigur, at tey higartil hava fingið 1.700 bíleggingar til Skotlandsrutuna. Í fjør summar var samlaða talið 1.200 ferðafólk.

- Tað vísir at tað er grundarlag fyri uppafturtøkuni av Skotlandssiglingini. Eitt nú er sera áhugavert at leggja til merkis at skúlaflokkar hava ein vaksandi áhuga at vitja Skotland. Seinasta summar vóru flokkarnir tríggir í tali, men í ár eru teir níggju, sigur Jákup Sverri Kass.