Føroyskir Manchester United-fjepparar skipa fyri ferð til Old Trafford, tá ið Manchester United hin 22. apríl spælir heimadyst móti Everton.
Enska stórfelagið eigur nógvar fjepparar í Føroyum, og velja nakrir teirra nú at skipa fyri ferð til Old Trafford, tá ið Manchester United spælir móti Everton hin 22. apríl. Hetta er fjórð seinasta umfar í Premier League hetta kappingarárið og samstundis næst seinasti heimadysturin.
Samstundis er hetta eisini ein av allar seinastu møguleikunum yvirhøvur at síggja Paul Scholes spæla fyri besta liðið hjá Manchester United. Scholes gavst annars, tá ið Manchester United í fjør setti met við at vinna sítt 19. meistaraheiti, men í vetur gjørdi hann kortini av at taka eitt tørn afturat fyri felagið, sum hann altíð hevur umboðað.
Nøkur fá pláss eru eftir til ferðina. Hon kostar kr. 4.600,- við øllum og kann bíleggjast umvegis tel. 239937. Seinasta freist er 27. februar.