Fremad Amager, sum hevur føroysku leikararnar Heina Vatnsdal og Bárður J. Hansen í hópinum, spældi í gjár venjingardyst móti Hvidovre.
Fremad Amager vann dystin 2-0, eftir at hálvleiksstøðan í dystinum hevði verið 0-0.
Á liðnum hjá Fremad Amager var Heini Vatnsdal millum teir fyrstu ellivu, tá hann spældi í miðverjuni. Hann spældi allar 90 minuttirnar á vøllinum.
Nýggi føroyingurin í felagnum, Bárður J. Hansen, kom á vøllin í hálvleikinum, tá støðan var 0-0. Bárður J. Hansen var sostatt inni í tí hálvleikinum sum Fremad Amager skeyt bæði málini, sum óivað gevur eitt gott inntrykk í nýggja felagnum.
Í fyrsta dystinum í næstbestu donsku deildini skal Fremad Amager um eina viku spæla ímóti Vejle við Viljormi Davidsen í hópinum á útivølli.