Føroyingar við í CIA-arbeiðsbólk

- Føroyskir myndugleikar fáa atgongd til allar upplýsingar, ið koma fram, nú danska stjórnin fer at hyggja nærri at upplýsingum um møguligan CIA-fangaflutning í loftrúminum hjá Grønlandi og Danmark, sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður

FÓLKATINGIÐ: Ljós verður nú sett á spurningin, um amerikanska fregnartænastan, CIA, ólógliga hevur brúkt grønlendskt og danskt loftrúm til flutning av fangum. Tað sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður.

– Føroyingar fáa atgongd til allar upplýsingar. Harumframt er greitt, at um tað kemur fram í ljósið, at føroyskt loftrúm er brúkt ólógliga, so verða aktivitetir í føroyskum loftrúmi eisini væl og virðiliga eftirhugdir, sigur hann.

Hetta er greitt, eftir at Edmund Joensen hevur tosað við Per Stig Møller, uttanríkisráðharra.

- Eg fegnist um samstarvið við donsku stjórnina um CIA-málið, ið kemur til viðgerðar í Fólkatinginum seinnapartin í. Tí er undirritaði eisini við sum uppskotstillari saman við stjórnini, ið skjýtur upp fyri Fólkatinginum, at stjórnin nú skal hyggja nærri at tíðindunum um ólógligan CIA-fangaflutning, sigur Edmund Joensen.

Orsøkin til, at hyggjast skal nærri at møguligum CIA-aktiviteti í loftrúminum hjá Grønlandi og Danmark, er ein dokumentarsending í Danmarks Radio í farnu viku. Í sendingini varð ført fram, at amerikanska fregnartænastan hevur staðið fyri fangaflutningi í grønlendskum loftrúmi.

Í sendingini hjá DR, “CIA´s danske forbindelse”, varð einki nevnt um føroyskt loftrúm. Kortini er nú tryggjað, at føroyskt loftrúm verður kannað, um ábendingar á nakran hátt koma um ólógligar aktivitetir á okkara øki – umframt at føroyingar fáa atgongd til allar upplýsingar í arbeiðsbólkinum hjá donsku stjórnini.

- Í arbeiðsbólkinum hjá stjórnini, ið skal koma við einari frágreiðing, eru umboð fyri danska Uttanríkisráðið, løgmálaráðið og Flutningmálaráðið – og so eru umboð fyri Føroyar og Grønland boðin at verða við í arbeiðinum, sigur Edmund Joensen.

Tað er av størsta týdningi, at loftrúmið hjá ríkisfelagsskapinum, herundir føroyskt loftrúm, ikki verður brúkt til endamál, sum stríða ímóti fólkarættinum ella við tí fyri eyga at bróta mannarættindi, heldur Edmund Joensen, fólkatingsmaður.