Tey, sum vitja spanska býin Valencia við føroysku fyritøkuni Sólorku næsta vár – í páskafrí ella sum maraton-rennarar – fara millum annað í býin saman fótbóltsspælarinum Eyðvør Klakstein og tannlæknalesandi Íðunn Egilstrøð Magnussen. Tær fara at vísa ferðaliðnum, hvagar tær plaga at leita sær, tá tær fara í býin í spanska “heimbýi” sínum.
Eisini sleppur føroyska ferðaliðið á útferð til Villareal, har Eyðvør spælir liga-dyst saman við valensisku liðfeløgum sínum.
Um nóg stórur áhugi er, verður skipað fyri eini átta daga páskaferiu frá hósdegnum 22. mars til langa fríggjadag 30. mars og flogið verður beinleiðis til Valencia, men tó skulu tey, ið vilja gera serstaka túrin við Sólorku boða frá áðrenn 1. november.