Av sonnum vil eg siga takk fyri stuðulin til løgtingsvalið 19. januar. Til øll tykkum, sum hava stríðst og kýtt tykkum at geva tjóðveldishugsjónini undirtøku. Og til øll tykkum, sum valdu at atkvøða fyri Tjóðveldinum.
Ein serstøk tøkk til tykkum, ið stillaðu upp og stríddust, men sum ikki rukku á mál hesaferð. Somuleiðis takki eg teimum mongu, ið stuðlaðu mær persónliga og ynski nývaldu tinglimunum tillukku.
Valúrslitið var ein greiður sigur fyri bæði Tjóðveldið og fyri frælsishugsjónina. Tjóðveldið fekk somuleiðis váttan frá veljarunum um, at vit sum nútímans flokkur ganga fremst innan javnstøðu.
Valið prógvaði, at føroyingar vilja hava framtíðina aftur.
Hyggja vit út um bókstavavaldið í føroyskum politikki og ístaðin leggja dent á politisku boðskapirnar, sum flokkarnir eru farnir til val uppá, er valúrslitið týðiligt.
Ein stórur meiriluti vil skipa Føroyar sum frælst land, ið stendur á egnum beinum fíggjarliga.
Ein stórur meiriluti vil at Føroyar skulu út í heim sum sjálvstøðugt land.
Ein stórur meiriluti vil hava skil á búskapin og gera upp við skeiva skattapolitikkin.
Ein stórur meiriluti vil hava eitt frælst vinnulív.
Ein stórur meiriluti vil hava útbúgving, gransking og mentan í hásætið.
Ein stórur meiriluti vil hava ein veruligan umhvørvispolitikk.
Ein stórur meiriluti vil hava eitt samhaldsfast samfelag við veruligum sosialpolitikki fyri teir bólkar, ið tørva mest.
Í øllum hesum málum og øðrum við, er Tjóðveldi lykilin og kann broyta fastlæstu støðuna til visjónir og áræði.
Fyri fólkaræði heiti eg á øll um at siga sína hugsan við teir politikarar og flokkar, sum tey stuðla: Vit kunnu ikki halda fram við somu samgongu eftir eitt slíkt valúrslit.
Vit hava skyldu at virða veljarans avgerð og fremja broytingina.
Við bestu kvøðum