Føroyingar uttanlands á jólagudstænastu

Bæði í Damnark og í London verða jólagudstænastur fyri føroyingar í útlegd

Jólini stunda til og jólagudstænasturnar eru nógvar kring landið. Men eisini føroyingar í útlegd fara at hittast til jólagudstænasu.

 

Klokkan 14 Leygardagin verður føroysk jólagudstænasta í Christianskirkjuni i Aarhus, har Tummas Kannuberg, gudfrøðilesandi, prædikar.


Aftaná jólagudstænastuna verður jólaveitsla í kirkjukjallaranum við felagssangi, dansi um jólatræið og einum drekkamunni. Umframt hetta kemur føroyski jólamaðurin eisini á gátt til børnini.

Í sama viðfangi verður eisini høvi til at senda jólaheilsanir heim til familju og vinir í føroyum, sum síðani verða sendar í Kringvarpinum. 

 

Eisini útisetar í London hava føroyskari Jólaguðstænastuna sunnudagin. Hon verður í donsku Kirkjuni í London, St Katherine's Precinct, klokkan 13.30 sunnudagin. Tað verður Maria Jørðdal Niclasen, prestur, sum prædikar, og eftir guðstænastuna verður ein drekkamunnur


Somuleiðis fara útisetar í Keypmannahavn í kirkju upp undir jól. Næsta sunnudag, tann 17. Desember, verður eitt heldur øðrvísi tiltak í føroysku kirkjuni, sum er Hans Egede Kirke, tí ístaðin fyri vanliga guðstænastu, er jólahugni við tónleiki, felagssangi og jólasøgu. Eftir løtuna í kirkjuni dansa tey um jólatræðið og fáa vitjan av jólamanninum.

Annan jóladag er eisini gudstænasta, og hon verður klokkan 14.

Føroyskur prestur í Keypmannahavn er Borgny Brünings-Hansen