Hóast Heini Olsen, Martin Poulsen og Ólavur Simonsen ikki hava hildið fast í góða stimanum seinastu trý umførini, hava teir sanniliga verið við at mynda kappingina við frískari telving. Eisini hevur trio´in tikið mangt stigið frá oddamonnunum.
Sjey umfør eru leikt og trý resta í. Støðan er hendan:
1. IM Jens O. F. Nielsen 4,5
2. IM Emil Hermansson 4,0
3. IM Sævar Bjarnason 3,5
4-6. Heini Olsen 3,0
4-6. Ólavur Simonsen 3,0
4-6. Martin Poulsen 3,0
Okkara menn dvøljast í løtuni í botninum, men kappingin er jøvn og tað tykist sum hvørt talvið er púra opið. Serliga fimta og sætta umfar kostaðu føroyingunum nógv stig. Einans eitt stig av seks møguligum. Hetta eina stigið vann Ólavur í spennandi talvi móti Hermansson.
Í sjeynda umfari ognaði Heini Olsen sær eitt kærkomið stig, tá hann heldur lættliga vann á Ólavi. Heini lá framanundan einsamallur aftastur. Martin offraði heilar tveir menn og afturfyri fekk hann ævigt skák og harvið javnleik móti Hermansson í somuleiðis sjeynda umfari.
Felags fyri allar er, at teir hava telvað nakað óstøðugt og kanska eitt sindur undir vanligt støði. Tó hevur Ólavur - um vit meta út frá hansara ratingtali, sum er lægst í kappingini - telvað eitt vet yvir væntaðu skoruna. Kenna vit hann rætt, er hann tó neyvan nøgdur við úrtøkuna higartil.
Ongan norm
Kravið at vinna sær ein IM-norm var 6,5 stig. Tá heimamennirnir nú hava trý stig aftaná sjey umfør, er hetta mál tíverri ógjørligt. Spell, men vit eiga at hugsa um, at serliga sviin Hermansson og danin Fries Nielsen eru tveir royndir og sterkir altjóða meistarar. Sævar er vanliga sera svingandi, men í Klaksvík tykist hann at telva væl í løtuni. Íslendarin hevur nevnliga vunnið sær hálvttriðja stig seinastu trý talvini.
Ikki nyttar tað stóra at gráta yvir spilta mjólk. Fegnast kunnu vit um, at umstøðurnar at telva í Klaksvík eru enn einaferð á høgum altjóða støði. Úr Klaksvík verður eisini frætt, at telvararnir hugna sær óført saman. Millum annað eta teir hvønn dag saman og hóast kríggið á 64 puntunum gongur hart fyri seg, ber væl til at samansjóðast millum talvini.
Í gjár, hósdagin, hittust Ólavur og Martin. Heini hevði svarta fólkið móti Sævari. Fylgið við á frálíku heimasíðuni hjá Klaksvíkar Talvfelag: www.ktfchess.com. Har ber til at lesa frásagnir frá kappingini, eins og talvini hvønn dag verða víst beinleiðis á telduskíggjanum.









