Føroyingar toppa í Japan

Japanarar dyrka sang hjá føroyskum sangskrivarum

Føroyska sangskrivaraduoin Baroli Music, ið eru Bárður Háberg og Óli Jógvansson, liggur hesa vikuna nummar 1 á japanska sølulistanum við 46.000 seldum fløgum saman við songkvinnuni Koda Kumi.?
Lagið LOL er fyrsta stakfløgan av nýggju fløguni hjá Koda Kumi, ið hevur selt seg upp á ovastu rók á japanska sølulistanum.?
Koda Kumi er vælumtókt songkvinna í Japan, sambært Baroli, ein av best umtóktu tónlistafólkunum har.
Lagið er sambært Bárði Háberg úr Baroli eitt fjollilag, kanska fellur tað ímillum Gangnam Style og The Fox, og teksturin er eitt bland millum japankst og enskt. ?
Baroli hava seinastu árini skrivað tónleik til alt fleiri tónleikanøvn bæði í Asia og USA, millum annað var sangurin Better in Stereo úr Disneyrøðini Liv & Maddie eitt stórt hitt og er ivaleyst mest seldi føroyski sangur nakrantíð.?