Føroyingar til kick-boxing stevnu

Hetta vikuskiftið kappaðust Teitur Strøm og Jacob Øster Ejdesgaard í stórari stevnu í Malmö

Kick-boxing

Teir báðir ungu tvøradreingirnir skuldu um vikuskiftið royna seg í sterkari kapping, sum varð hildin í svenska stórbýnum.
Bjarni Hammer, sum er venjari hjá teimum báðum, sigur, at teir vistu undan kappingini, at talan fór at gerast um harðar dystir, tí reglurnar vóru sokallaðu full-contact. Men at tað gjørdist enn harðari enn væntað, tí dómararnir eisini loyvdu nýtslu av knøunum. Tað vil við øðrum orðum siga, at loyvt var bæði at sláa og sparka/nýta knø av fullari megi í royndunum at fáa mótstøðumannin niður.
Nógvir áskoðarar vóru á stevnuni, og Teitur var fyrri føroyingurin á pallin, tá hann skuldi dystast við ein svia. Leingi var Teitur væl við, men eftir at hann í øðrum umfari fekk knæið tvær ferðir í síðuna, megnaði hann ikki at koma fyri seg innan tey 10 sekundini, sum dómarin taldi, og so var hann úti úr kappingini.
Eisini Jacob skuldi royna seg móti einum svia, og her skuldi talan gerast um ein sera javnan dyst, har hvørgin parturin hevði givið seg, áðrenn tíðin var ferðin. Jacob gjørdi nógv um seg, og ikki færri enn fimm ferðir slongdi hann mótstøðumannin í gólvið, men tá stigini vórðu løgd saman, hevði sviin kortini tepran mun.

Teir báðir og venjarin, Bjarni Hammer, lata annars væl at kappingini, hóast talan bert gjørdist um ein dyst í part.
Sagt verður, at hóast blá eygu, so var talan um læruríka uppliving, og eisini eru teir longu nú bodnir til líknandi kappingar í Svøríki og Danmark.
Bjarni luttók annars í stórari kapping í Danmark í seinasta mánaði, og her eydnaðist honum at vinna seg fram til finaluna. Her var hann tó við undirlutan, tá dómararnir taldu stigini saman, men silvurmerkið vísir, at hann væl og virðiliga kann standa seg í krevjandi kappingargreinini.