Føroyingar til karaoke kapping í Finnlandi

Í morgin fer eitt føroyskt ferðalið til Finlands, har tey skulu taka lut í Karaoke World Championship - Hesa lutøku hevur Glitnir fingið í lag saman við KWC í Finlandi, sigur Hans Andreasen, stjóri í Glitni.

 

Hann sigur, at eini 36 lond fara at at taka lut fríggjakvøldið og leygarkvøldið í Lahti í Finlandi. Tað verða tvey umboð fyri Føroyar, tað vóru tey, ið vunnu FM heitið í Karaoke2009.

 

Anita Ottosen fyri tað kvinnuliga karaoke og Bjarki Hansen fyri tað mannuliga karaoke. Tað ber eisinit til at síggja hetta beinleiðis á telduni við at fara inn á www.karaoke.fo