Føroyingar til Hetlands og hetlendingar til Føroya

Saman við hetlendinum skipar áhugafelagið Føroya Ellisakfør fyri eini ferð við Norrønu til Hetlands at vitja framsýningina Shetland Classic Motor Show, sum verður í Lerwick í døgunum 5. og 6. juni 2004

Shetland Classic Motor Show er eitt lutfalsliga stórt tiltak, har yvir hundrað fólk úr Onglandiog Skotlandi longu nú hava tekna seg til. Vitjandi koma eisini úr Íslandi og úr Føroyum.

Farið verður av Havnini við Norrønu fríggjamorgunin 4. juni kl. 8.30, og skipið leggur at í Lerwick kl. 21.00 um kvøldið.

Innskriving verður á hotelli, og akførini verða koyrd til Clickimin Centre, har framsýningin Shetland Classic Motor Show verður.

Shetland Classic Motor Show verður í tveir dagar, leygardagin 5. og sunnudagin 6. juni. Á framsýningini verða motorsúkklur, persónbilar og lastbilar av kendum gomlum merkjum. Akførini eru væl hildin og í upprunastandi.

Hetlendingar til Føroya

Eisini verður skipað fyri fleiri áhugaverdum útferðum í Hetlandi. Farið verður heim aftur mikunáttina 9. juni kl. 2.00, og ferðalagið verður aftur á Havnini mikudagin kl. 15.00.

Á hesum túrinum koma hetlendingar við til Føroyar við teirra ellisakførum. Teir verða her til mánadagin 14. juni og skulu ferðast kring landið. Ein skrá er longu nú løgd fyri túrin í Føroyum.

Tey sum eru áhugaði í túrinum til Hetlands kunnu tekna seg á heimasíðuni hjá Føroya Ellisakførum: www.ellisakfar.com ella ringja til John William Old á telefon: 223243.