Christian Høgni Jacobsen og Gunnar Nielsen fara í næstum á venjingaruppihald hjá Milton Keynes Dons. Hetta er felagið, sum fyrr æt Wimbledon, og sum í síni tíð varð kent sum »the Crazy Gang«. Hóast lítið, so var felagið í drúgt áramál partur av enskum toppfótbólti, og ivaleyst man FA-Cup sigurin móti Liverpool standa ovast á breddanum í minninum hjá áskoðaranum. Nú er talan tó um tilveru í fjóðri bestu ensku deildini, og spurningurin er so, hvørt teir báðir føroyingarnir kunnu vera við til at styrkja vónina um uppflyting í fremstu røð.









