Ofta tá ein nýggjur bilur kemur á marknaðin, sum er størri og dýrari enn forgangarin, hendir tað, at kundarnir heldur enn at keypa hendan bilin keypa ein minni bil. Frá Toyota umboðnum, Reyni Service í Hoyvík, verður sagt, at nýggi Avensis bleiv sera væl móttikin, bæði av teimum sum høvdu Avensis áðrenn og øðrum. Avensis fær eisini góð ummælir frá motorjournalistum. Í FDM limablaðnum, Motor, stendur t.d. "Den nye generation af Avensis slår alle øvrige modeller fra Toyota, når det drejer sig om den samlede oplevelse af kvalitet, køreegenskaber, plads og komfort". Bil Magasinet royndarkoyrdi bilin saman við fýra øðrum japanarum, teir søgdu t.d. "Avensis er den bedste allrounder i feltet og spiller rollen som den japanske Passat med overbevisende kvalitetfornemmelse og komfort". Tað vísir seg eisini, at í Danmark hevur sølan verið nógv betur, enn roknað varð við. Avensis er t.d fyrsti bilur við airbag til knøini. Bíligasti Avensis, 1,8 Terra, kostar kr. 244.600,-
Fyrsta Toyota í 1969
Mikudagin keypti Jákup Andreas Mohr koyrilærari og hýruvognsførari í Auto í Havn ein nýggjan Toyota Avensis 2,0 D-4D. Hann keypti sín fyrsta Toyota, ein MK II, í 1969. Jákup Andreas er føddur í Kaldbak í 1940 og hevur búð í Havn síðan 1960. Hann er útbúgvin bilmekanikari og koyrilærari. Eftir at hava koyrt í Auto síðan 1967 bleiv hann partaeigari í støðini í 1971. Hann hevur eisini arbeitt sum koyrilærari við egnum koyriskúla. Fyrst í 60-unum hevði hann fleiri Ford Taunus, sum hann m.a. leigaði út. Annars hevur hann fyri tað mesta koyrt í Toyota bilum síðan tá, hann hevur eisini havt nakrar Fordar. Fyri nøkrum árum síðan gavt hann við skúlakoyringini og koyrir nú hýruvognskoyring burturav.
Toyota Avensis 2.0 Sol D-4D sedan
Motorurin2.0 litur D-4D 4 syl. 116 hk
v. beinleiðis diesel innspræning
0-100 km/t11,2 sek
Bensinnýtsla17,2 km/l
Dekkstødd205/55-16
Stødd og vekt
Longd463,0 cm
Breidd 176,0 cm
Hædd148,0 cm
Eginvekt1375 kg
Totalvekt1975 kg
Prísurkr. 294.600
SøluumboðReyni Service
Vegurin Langi
FR-188 Hoyvík
Tel. 353040
www. reyniservice.fo