Eirikur á Húsamørk
Eg haldi, at tað er ótrúligt, at so nógvir føroyingar tíma so væl at arbeiða, sjálvt um ein veit, at minsti parturin fer til at forsyrgja seg sjálvan og síni. Her verður hugsað um tað ovurhonds høga skattatrýstið, umframt tey duldu/tvungnu avgjøldini harímillum MVG, ALS,oljuavgjald o.s.fr.
Er tað rætt, at ein familja, sum hevur eina inntøku omanfyri tær 20.000 krónurnar um mánaðin, skal hava ringt við at fáa endarnar at røkka saman? Eg spyrji bara.
Undirritaði heldur, at diskussjónin um útlendingar í Føroyum, er farin út á eitt síðuspor uttan líka.
Tey virkir,sum hava fingið sær útlendska arbeiðsmegi, hava ikki fingið sær útlendska arbeiðsmegi av tí, at tað var nokk av arbeiðstøkum føroyingum, í øllum førum ikki Faroe Marine Products.
Vit søktu fleiri ferðir eftir fólki ígjøgnum fjølmiðlarnar og A.L.S. í teimum góðu tíðunum, uttan at fáa nokk av fólki, tískil vóru vit noyddir at søkja eftir arbeiðsmegi uttanfyri landoddarnar fyri at fáa arbeiðstørvin hjá okkum nøktaðan, og vit hava ikki sett ein tann einasta útlending í starv hjá okkum, síðani arbeiðsloysi vaks aftur í Føroyum. Tvørturímóti hava vit sett føroyingar í størvini hjá útlendingum, sum eru farnir heim av náttúrligum ávum.
Men ein má hugsa, at virkini hava samstundis lagt nógva orku í at læra arbeiðsmegina, bæði tí føroysku og tí útlednsku, tískil má ein útskifting av arbeiðsfólki koma líðandi og natúrliga, um tað er politiska og samfelagsliga ynskið.
HETTA ÓANSÆÐ UM ARBEIÐSMAÐURIN/KVINNAN ER ÚLENDINGUR ELLA AVBYGDAMAÐUR/KVINNA.
Ella eru vit komin út á eitt síðuspor, har vit byrja við útlendingunum og kanska enda við at útvísa avbygdafólkunum?
Nú haldi eg, at tíðin er komin til at politikarar, fakforeiningar og onnur góð fólk vísa seg sum góðar rættvísar føroyingar, sum stoltir taka lógvatøk heldur enn at kasta grót eftir útlendingum, ið komu til hjálpar, tá ið á stóð, ein skal minnast til, at tað er ikki fyrr enn, tá iðá stendur, at ein kennir sína styrki og veikleikar, so fyri alt í verðini lat okkum ikki gera Føroyar fyri skommum.
Hvussu skal nakar føroyingur kunna fara stoltur til arbeiðis uttanlands, um vit behandla útlendingarnir uppá ein niðurverdugan rasistiska hátt, hava vit ikki sjálvi biðið útlendingarnir um at hjálpa okkum, tá ið á stóð hjá okkum?
Eg standi gleðiliga inni fyri, at alt tað arbeiðsfólk, sum er á okkara arbeiðsplássi, skapar nógvan pening fyri Føroyar, uttan hjálpina frá útlendingunum. Tá ið á stóð, høvdu vit føroyingarnir á Faroe Marine Products ikki havt hendan fantastiska møguleikan.
Undirritaði vil enda við at siga, at eg eri stoltur av at arbeiða saman við so nógvum røskum fjøltáttaðum fólkum, sum vit siga á okkara arbeiðsplássi, tú ert ikki úlendingur ella føroyngur, men ein FMP arbeiðari ,ið fyri hvønn FMP arbeiðstíma skapar vælferð og eydnu í hesum lítla samfelagnum.