Føroyingar hava tikið tað púra róligt, at heilt sterkt øl nú eisini er at fáa í Rúsuni.
Hendan seinasta mansaldurin hevur ikki verið loyvt at selja øl í Føroyum, sum sterkari enn 5,8%, men 1. apríl varð hámarkið avtikið.
Í hesum sambandi hevur Rúsan fingið 15 sløg av øli, sum er sterkari enn 5,8%, at selja.
Og tey, sum stúrdu fyri, at hetta fór at leiða tjóðina í óføri, kunnu draga andan lættan.
Nú Rúsan hevur havt loyvi at selja sterkt øl í nakrar dagar, kann stjórin ikki annað enn staðfesta, at hetta hava føroyingar tikið púra róligt.
- Gamaní hevur sølan verið størri hesar dagarnar fyri páskir í ár enn hon var um somu tíð í fjør, sigur Allan Skaalum, stjóri í Rúsuni.
Men tað hevur verið stilt og friðarligt, leggur hann afturat.
- Tað sær út til, at fólk eru forvitin og hava hug at royna hesi nýggju sløgini og fáa sær nakrar fáa øl heim við at royna sigur Rúsustjórin.
- Vit hava varhugan av, at fólk eru komin at keypa tað, tey ætlaðu, men fáa sær so onkur sløg av sterkum øli heim við afturat at royna.
Allar tær nýggju, sterku ølirnar verða seldar ein og ein, men Elefanturin verður seldur í teyggjum við seks
blikkum í hvørjari.
Tó skal leggjast afturat, at nógv av heusm ølinum eru sera væl kendar øl uttanlands so nógvir føroyingar hava roynt tær áður.
- Verður gongdin í Føroyum tann sama sum aðrastaðni, fer sølan av hesum nýggju ølunum at taka burtur av søluni av øðrum øli, men eisini burtur av sølini av víni, sigur Allan Skaalum.
Hann væntar sostatt ikki, at hetta fer at økja um nýtsluna, heldur verður tað nýggja ølið sett ístaðin fyri okkurt annað.
- Tað kann ikki sigast, at øl og rúsdrekka er bíligt í Føroyum og prísurin hevur helst meiri at siga fyri nýtsluna enn tað, at nøkur nýggj sløg eru at fáa, heldur stjórin í Rúsuni.
Hann leggur afturat, at av teimum nýggju ølunum, skerst ikki burtur, at Elefanturin hevur verið væl best umtóktur.