Føroyingar sum arbeiða uttanlands missa nú ein fyrimun

– Men stakir uppihaldarar eru fyri vanbýti

Føroyingar, sum fara uttanlands at arbeiða, skulu ikki longur sleppa at draga útreiðslur til dupult húsarhald frá í skatti. Tað er endamálið við einum uppskoti, Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, legði fyri Løgtingið fyri stuttum.

 

Og nú er greitt, at tey, sum umboða samgonguna í Fíggjarnevndini, eru samd við henni í tí. Tey vísa á, at tey, sum arbeiða uttanlands, hava ymsar aðrar stuðulsskipanir.

 

Tey siga eisini, at endamálið við stuðlinum til dupult húsarhald er, at tað skal bera til hjá fólki í Føroyum at búgva og arbeiða kring landið, og tí taka tey undir við, at tað skal vera ein treyt fyri at fáa stuðul til dupult húsarhald, at bæði húsarhaldini skulu vera í Føroyum.

 

Minnilutin í Fíggjarnevndini, sum eru umboðini fyri andstøðuna, skilja ikki, hví samgongan vil gera tað truplari hjá føroyingum, sum búgva í Føroyum, at arbeiða uttanlands. Tey vísa á, at okkara styrki er nettupp tann, at vit himprast ikki við at fara út um landoddarnar at leita eftir arbeiði, tá tað hevur verið neyðugt.

 

– Hesum hava vit mangan notið gott av, tá arbeiðsloysið er vaksið og tað er minkað í almennu kassunum, siga tey.

 

Men nú er eisini greitt, at hereftir verður tað ikki longur eitt krav at vera í hjúnalagi fyri at fáa stuðul til dupult húsarhald, tí nú verða samlivandi pør javntsett við gift.

 

Men nú málið er til viðgerar, hevur ein stakur uppihaldari spurt, hvussu er við støkum uppihaldarum, sum noyðast heiman ífrá í ein annan part av landinum at arbeiða, ímeðan børnini búgva heima. Teir eru fyri vanbýti, tí teir fáa ikki stuðul til dupult húsarhald.

 

Tann, sum hevur gjørt vart við hetta hevur sjálv verið í hesi støðu, tí hon mátti arbeiða í Suðuroy, í Klaksvík og á Skálafirði, og allastaðni varð hon noydd at leiga sær bústað. Hinvegin vórðu børnini verandi heima í Havn, har hon hevði fólk at ansa teimum, og so var hon sjálv eima um vikuskiftini.


– Hetta var ein sera dýr loysn, men mín umsókn um stuðul til dupult húsarhald varð avvíst tí eg var var ikki gift, sigur hon.

 

Hon heldur, at hetta er løgið, tí tað er dupult so trupult hjá einum støkum at fáa endarnar at røkka saman við dupultum húsarhaldi, enn tað er hjá einum pari.