Talv
Sterka opna kappingin, Tage Sørensen Memorial, í Holbæk hevur heili fýra føroysk umboð. Føroya sterkasti telvari John Arni Nilssen, føroyameistarin frá 2000 Flóvin Tór Næs og Brekká beiggjarnir, Martin og Hanus.
John Arni er styrkismettur sum nummar seks meðan Flóvin, Martin og Hanus eru styrkismettur ávíkavist sum nummar 15, 26 og 29 av 32 luttakarum.
Føroyingar hava seinastu árini verið væl umboðaðir í útlendskum kappingum, serliga Flóvin sum herfyri telvaði í kappingum kring alt Evropa. Eisini plaga nógvir at leita sær niður til Danmarkar til stóru summarkappingina Politiken Cup, sum í ár verður í døgunum 16-27. juli. Á www.kbhsu.dk kanst tú tekna teg og eisini síggja luttakaratalið higartil.
John Arni og Hanus hava í mong ár havt búðstað á flatlondum og hava tí eisini sjálvsagt luttikið í nógvum kappingum í sama landi. Serliga stuttligt er at síggja garvaða hvalvíkingin Martin Brekká í uttanlanda kappingum. Hann hevur í mong ár verið í føroysku talvelituna og tað tykist sum hann ongar ætlanir hevur at broyta hesa støðu.
Martin hevur hálvt stig av tveimum møguligum. Hann hevur møtt tveimum væl sterkari telvarum, og er tí úrslitið higartil á góðarli leið. John Arni og Flóvin vunnu báðir fyrsta talvið ímóti lægri rataðum telvarum, meðan taptu báðir seinna talvið. John Arni tapti heldur óvæntað á lægri mótstøðu, men fer hann helst kortini at blanda seg í toppin tá kappingin líður móti endanum. Hanus hevur tapt bæði síni talv, eisini ímóti væl sterkari mótstøðu.
Kappingin verður telvað í døgunum 23 juni - 1. juli. Heimasíðan er home15.inet.tele.dk/pmp/skak/tsm/.
Tvey K´ini í snardysti
Eftir lokna føroyavitjan vendi Kasparov eyguni ímóti Týsklandi, har hann eitt nú skuldi hitta týsk umboð innan mentan. Týski talvheimurin hevur ment seg nógv serliga viðvíkjandi skipan fyri sterkum kappingum, og hesum hevur Kasparov nógvan virðing fyri.
Eftir hesa týsklandstúrin leikti hann tvey snartalv ímóti Kramnik í Moskva. Báðir sótu í sama rúmi, men henda telving bleiv beinleiðis løgd út á netið, har túsindavís av talváhugaðum kundu fylgja við. Kramnik vann tað fyrra og sjálvt um Kasparov royndi í seinna talvinum endaði tað javnt, og tískil vann Kramnik hendan lítla snardyst.
Í Svøriki eydnaðist tað ikki svenska konubrotinum GM Pia Cramling at vinna sterku Sigeman kappingina. Hon bleiv í síðstu løtu yvirhálað av veteranunum Boris Gulko og Jan Timman. Cramling, Sokolov, Radjabov og Wedberg deildu triðja pláss, meðan Curt Hansen fekk eitt skuffandi sjeynda pláss.
Tað verður nógv telvað kring evropa í hesum og nærmastu døgum. Millum annað fara Kramnik og Anand í døgunum 26. juni-1. juli at leika ein lítlan kviktalvsdyst. Allur talvaktivitetur kanst tú finna á www.weekinchess.com.