Í fjør leiktu umleið 25 telvarar við í kappingini, og í ár var luttakaratalið tvífalt. Góðu virðislønirnar frá Atlantic Airways, umframt góð marknaðarføring, gera sjálvsagt sítt til at luttakaralistin er somikið vælljóðandi.
Føroyingurin Arild Rimestad skipaði fyri kappingini, og hesum kom hann væl frá. Eisini hevur hann á eina hond fingið stuðulsavtalur. Næsta ár er ætlanin at kappingin skal telvast í Føroyahúsinum. Í ár varð telvað í Østerbro, í felagshúsinum hjá Skakforeningen Øbro.
Føroysku avrikini
Vinnararnir av kappingini vórðu GM Carsten Høi og David Bekker-Jensen við sjey stigum av níggju møguligum. Teimum næstir vórðu IM Kopylov úr Ukraina og Thorbjørn Bromann við 6,5 stigum. Síðani deildu John Arni Nilssen og Simon Bekker-Jensen fimta pláss við 6 stigum.
John Arni legði væl út og var á triðja plássi undan næstseinasta talvinum. Men GM Høi bleiv banamaður hansara, tíverri. John Arni reistist tó, og vann eitt gott og stutt talv í seinasta umfarinum. Sjálvur tyktist hann vælnøgdur við úrslit sítt, sum gav honum nøkur ratingstig í sekkin. Hann nærkast nú 2400.
Endaliga støðan (hjá føroyingum):
1-2 GM Høi 7 stig
1-2 David B. jensen 7
?.
5. John Arni Nilssen 6
7. Ólavur Simonsen 5,5
7. Martin Poulsen 5,5
7. Eyðun Nolsøe 5,5
13. Heini Olsen 5
13. Hans K. Simonsen 5
13. Miriam Olsen 5
32. Finnbjørn Vang 3,5
Sum tað sæst vórðu teir flestu føroyingar væl við í gongdini. Ólavur var undan seinasta talvinum á deildum triðja plássi, men tapti ímóti IM Kopylov sum gav honum eitt hóast alt flott sjeynda pláss. Ólavur vann sær væl av rating eftir hesa kapping.
Eisini Martin, Eyðun og Heini høvdu kjansir undan seinasta talvinum, men javnleikur millum júst Martin og Eyðun og eitt tap hjá Heina, steðgaði teirra royndum at koma í topp 5. Martin og Eyðun telvaði væl. Vórðu sindur svingandi til tíðir, men sum heild vóru teir nøgdir við síni avrik.
Føroyameistarin, Hans Kristian Simonsen, hevði eina undir miðal kapping. Hann fekk onga ynskibyrjan, og sostatt ongantíð nakran møguleika at blanda seg í toppin.
Endaliga støðan lúgva eitt petti, tí eitt nú møtti Heini Olsen nógv sterkari mótstøðu enn Miriam, sjálvt um tey fingu bæði fimm stig. Men kortini skal sigast at Miriam av álvara er vorðin ein sterkur telvari, og hevur nú umleið 1900 í rating.
Tann føroyska byrjanin?
Í talvi eru allar byrjanir kallaðar upp eftir øllum ymiskum, eitt nú hava vit tí italiensku byrjanina, tí hollendsku o.s.fr. Men enn er eingin ?føroysk byrjan? (nevnast skal at IM John Rødgaard hevur fingið ein variant í fronsku byrjanini uppkallaðan eftir sær, ?Rødgaard variation?).
Man kann tí skemtandi taka til at føroyameistarin Hans Kristian Simonsen, møguliga verður upprunamaðurin til nýggju byrjanina, tann ?føroyska byrjanin?. Í síðsta umfarinum leikti hann nevliga soleiðis við hvíta fólkinum: 1. Rif3 d5 2. Rig1??!!. Hann hevði framanundan avgjørt at telva hetta talv á ein skemtandi hátt. Seinni í talvinum hoppaði sami riddari eisini aftur og fram á g1-e2 puntunum.
Sjálvt um Hans Kristian loksins vann talvið, ja so eiga nýbyrjarar og telvarar sum heild als ikki at læra av hesum. Byrjanarleikirnir hjá Hans Kristiani, kunnu á talvmáli kallast sera ósunnir og tempotap. Men við gangast má, at stuttligt varð tað kortini at sjáa talvið.
Ólavur Simonsen (2208) - Lyubov Kopylova (2219)
Atlantic Weekend (8. umfar), 12.05.2002
1.e4 c5 2.Rif3 d6 3.c3 Rif6 4.Be2 Ric6 5.d4 cxd4 6.cxd4 Rixe4 7.d5 (Ólavur í eyðkendum stíli, við finnu minni fyri aktivt spæl) 7...Fa5+ 8.Ric3 Rixc3 9.bxc3 Rib8 10.0-0 Rid7 11.Re1 Rif6 [11...Fxc3 er møguliga rætti leikurin, men hvítur fær kortini eyka góða tíð at útvikla seg.] 12.Fb3 Bd7 13.Rid4! Rc8 14.Bb5 Fxc3? Rxc3 (er einasti leikur, sum gevur svørtum møguliga betri kjansir) 15.Bxd7+ Rixd7 16.Fxc3 Rxc3 17.Rib5! Rxc1 (tað einfalda er Raxc1, men Òlavur leitar annan leik fram sum bæði er mergjaður og vinnur forserað) DIAGRAM 18.Rixd6+! Kd8 19.Rixf7+ Ke8 20.Raxc1 Kxf7 21.Rc7 Rif6 22.d6 (talvið er avgjørt) 22...Kg6 23.dxe7 Bxe7 24.Rexe7 Re8 25.Rxg7+ Kh6 26.h3 Re2 27.Rxb7 Rxa2 28.Rxa7 Rd2 29.g4 1-0
áðrenn Rid6