Í hesum døgum skipar Atlantsflog saman við skotska ferðaráðnum fyri ferðaframsýning í SMS. Umboð fyri eina gistingarhúsketu í Skotlandi, Skene House eru við, umframt umboð fyri ferðamannaráðini í bæði Glasgow, Edinburg og Aberdee. Fyri at seta ein serstakan og náttúrligan dám á tiltakið er eisini ein sekkjapípublásari og ein kvinnuligur dansari við úr Skotlandi.
Heri Niclassen, marknaðarleiðari í Atlantsflog sigur, at endamálið við framsýningini er sjálvandi at fáa fleiri fólk at ferðast við Atlantsflog, men tað er so sanniliga eisini at lata eyguni hjá føroyingum upp fyri tí frálíka ferðamannalandi, sum Skotland er. Sjálvur heldur Heri Niclassen, at Skotland er eitt av teimum økjunum, sum føroyingar uttan iva fara at vitja í nógv størri mun enn í dag, hóast nógvir føroyingar longu nú fara til Skotlands.
Atlantsflog fór undir rutuna millum Føroyar og Skotland í fjør, og vísti tað seg, at áhugin fyri rutuni var størri enn roknað við. Longu nú eru bíleggingarnar hampuliga nógvar, so tað sær gott út.
Flúgvingin byrjaði 25. mars. Flogið verður mánadagar og hósdagar. Í løtuni verður bert flogið til Aberdeen, men frá miðjan juni verður eisini flogið til Glasgow. Rututíðin verður víðkað í ár til at vera í sjey mánaðir tvs. frá mars til út í oktober.
Sjálvur hevur Heri Niclassen luttikið á nógvum ferðaframsýningum og heldur hann, at Skotland er eitt av teimum mest fantastisku ferðamannalondunum. -Eg veit bara positivar viðmerkingar frá teimum, sum hava verið har, og vit hava eisini gjørt okkara besta fyri at fáa fatur á nøkrum góðum gistingarhúsum og feriudestinatiónir og sum halda tað støði, sum føroyingar vilja hava.
Heri Niclassen sigur, at man merkir, at føroyingar sum heild sera fegnir vilja sleppa til Skotlands.
Tað vísir seg eisini at vera øvugt. Fleiri bólkar koma úr Skotlandi til Føroya í ár, og síðani eitt ferðakatalog ?Minder for livet? er umsett til enskt og býtt út í Skotland, vísir tað seg, at nógvir skotar hava valt at koma henda vegin.
Marknaðarleiðarin hjá Atlantsflog dylur ikki fyri, at teir eisini hava góðar vónir at flyta nógv fólk millum Skotland og Føroyar, tá vit koma nærri eini oljuvinnu. -Kemur tað so langt, so vóna vit sjálvandi at fáa okkara part í hesum økta flutninginum.








