Føroyingar spæla við hjartanum

– Vit vita, at føroyingar áður hava fingið góð og óvæntað úrslit, og eg tað skuldi undra meg nógv, um Føroyar ikki vinna onkran dyst í hesi undankappingini, sigur Marco Materazzi

SAMRØÐA

 

Eftir dystin leygarkvøldið eydnaðist tað okkum at fáa nøkur orð burtur úr Marco Materazzi, sum fyri kortum vann italska meistaraheitið við stórfelagnum Inter, sum er úr Milano. Hóast tepra sigurin á Føroyum var hann nøgdur.

– Tað var torført at spæla her, men tað góða við dystinum, er sigurin, tí við honum liggja vit nú nummar tvey í bólkinum, helt Marco Materazzi fyri, og grundgav so víðari fyri hesum:

– Tá vit fríggjadagin hugdu aftur um okkum á stigatalvuni, so vóru liðini niðanfyri okkum ikki so mong. Í dag sær tað heilt øðrvísi út, tí nú eru nógv lið niðanfyri okkum, segði hann.

Marco Materazzi vísti síðani á, hvussu týdningarmikil dysturin móti Litava verður mikudagin.

– Tað verður ein sera týdningar mikil dystur. Ja, faktiskt tann týdningarmesti í hesari undankappingini higartil.

 

Føroyingar fáa úrslit

Spurdur um, hvat hann helt um dystin sum heild, svaraði Marco Materazzi, at tað var strævið at spæla á Tórsvølli, og at føroyingarnir gjørdu uppgávuna trupla hjá italiumonnum.

– Hetta var hart, men tað vistu vit, at tað kundi blíva. Tí hóast føroyingar ikki eru heimsins bestu leikarar, so spæla teir við hjartanum, segði vælvaksni verjuleikarin úr Inter.

Italsku fjølmiðlarnir, sum sjálvandi eisini tráspurdu Marco Materazzi, høvdu hug at rógva upp undir, at italska liðið hevði undirmett føroyingarnar. Hesum afturvísti hann tó staðiliga.

– Sjálvandi gjørdu vit ikki tað. Vit undirmettu ikki Føroyar. Men uttan mun til úrslitið, er sigurin tað einasta sum telur, staðfesti Materazzi, og segði síðani soleiðis:

– Eg veit, at føroyingar áður hava fingið góð og óvæntað úrslit, og eg tað skuldi undra meg nógv, um Føroyar ikki vinna onkran dyst í hesi undankappingini, segði Marco Materazzi.