Føroyingar sleppa ikki at syngja fyri drotningin

Í kvøld er stórur veitsludøgurði fyri Margrethu drotning á Christiansborg, og nógvur tónleikur er á skránni. Men eingin føroyingur sleppur at syngja fyri drotningini. Margreth drotning fyllir 70 ár fríggjadagin, men longu í kvøld er stórt tiltak í sambandi við føðingardagin. Galladøgurði er á Christiansborg, og har eru serliga politisk oddafólk í Danmark boðin við.

 

Danska sjónvarpsrásin TV2 stendur fyri undirhaldinum hetta kvøldið, og tey hava fingið nógvar kendar danskar tónleikarar at spæla. Millum teirra eru Kim Larsen, Medina, Lis Sørensen og Lars Hug. Eisini skal bretski sangarin Cliff Richard syngja.

 

Margretha drotning er eisini drotning hjá føroyingum og grønlendingum, og Grønland verður umboðað til veitsluna í kvøld við songkvinnuni Julie Berthelsen og einum grønlendskum kóri, men eingin føroyskur sangari sleppur upp í part.

 

Ein sangari til tiltakið í kvøld hevur ættarbond í Føroyum. Tað er songkvinnan Aura Dione, sum fjórðings føroyingur.