Føroyingar á íslendskum spælistað í Danmark

Fróði & The Pink Slips spæla leygarkvøldið á Jolene, sum nakrir íslendingar reka, í Keypmannahavn. Talan verður um seinastu konsertina hjá Fróða Hansen og bólki hansara í ár.

 

Dyrnar lata upp klokkan átta og tað er ókeypis atgongd. Fróði & The Pink Slips byrja at spæla klokkan tíggju, men áðrenn tað hitar bólkurin Sadefiri upp.

 

Fróði Hansen sigur, at fleiri konsertir eru ávegis næsta ár. Millum annað er greitt, at teir skulu taka lut í tónleikakapping á Rust tíðliga í 2011. Emergenza kallast kappingin, sum er ein tónleikapping fyri sokallaðar upcomings, altso smáar bólkar, sum eru við byggja seg upp.

 

Fróði & The Pink Slips hava annars verið ógvuliga virknir í ár. Fyrr í ár góvu teir fløgu út, høvdu útgávukonsert á G! í summar og hava annars spælt fleiri konsertir í Keypmannahavn. Seinast teir spældu var á Beta á Amager, og í myndatemanum her á síðuni eru myndir frá tí konsertini.