Føroyingar skulu royna elbilar

SEV hevur í hyggju at testa tveir elbilar soleiðis, at stovnar og virkir og vanligi føroyingurin sleppur at koyra elbil í eina viku. SEV skipar saman við Jarðfeingi fyri stórari ráðstevnu um elbilar í Norðurlandahúsinum í dag.

- Vit hava tveir elbilar, sum vit ætla at virkir, stovnar og privatpersónar skulu royndarkoyra í eina viku ella so, fyri síðani at fáa afturmeldingar um hvussu fólk halda tað vera at koyra elbil, sigur Finn Jakobsen, sum er tekniskur stjóri hjá SEV og fyrireikari.

Teir eru í einum norðurlendskum samstarvi og hava eina hálvannað ára starvstíð, eitt hálvt ár í Grønlandi, Íslandi og Føroyum.

- Eitt slíkt samstarv inniber, at vit halda eina sonevnda workshop, og tiltakið í dag er ætlað sum ein slík, sigur Finn Jakobsen.

Hann var stak nøgdur við undirtøkuna og við fyrilestrarnar, sum hann somuleiðis metti sera áhugaverdar og viðkomandi.

Tiltakið byrjaði klokkan 9 í morgun og heldur fram til klokkan 15.30.