Um vit skulu tosa um føroyskt gull á Oyggjaleikunum, skulu vit fyrst og fremst tosa um bogaskjóting.
Føroyingar hava altíð verið millum teir stinnastu í hesi ítróttargreinini, og í ár verður neyvan nakað undantak.
Á Jersey fyri tveimum árum síðani vunnu føroysku bogaskjúttarnir fimm heiðursmerki. Í compound vann Sigrid Vang gull hjá kvinnum, og føroyska liðið vann eisini gull. Hjá monnunum fekk Schandorff Vang bronsumerkið.
Og í recurve vann Absalon Hansen silvur, og liðið fekk bronsu.
Útlitini hesaferð eru eisini góð. Sigrid Vang er stórfavorittur hjá kvinnunum, og roknað verður eisini við, at føroyska liðið fer við gullinum í compound.
Góð orsøk tykist vera at hava góðar vónir. Schandorff Vang sigur, at oyggjaleikametið í compound frá 30 metrum er 335 stig, men í venjing í seinastuni hevur føroyska liðið ligið um 355 av 360 møguligum stigum!
Hann roknar við, at størsta kappingin fer at koma frá vertunum av Gotlandi, sum kanska fáa onkran stórskjútta av svenska meginlandinum við, umframt frá Jersey, Guernsey og Isle of Wight.
Annars er kappingin á Gotlandi broytt í mun til ta á Jersey við tað, at teir eru farnir aftur til »gamla 10?aran«.
10?arin er ringurin í miðjuni, sum miðað verður eftir. Á Jersey varð hann býttur upp í tvey, so tað bleiv torførari at raka tann innasta ringin.
Men nú verður tað altso aftur lættari at raka 10?aran, sum hevur fingið upprunaligu støddina aftur.
Veður og vindur hevur sum vera man nógv at siga í bogaskjóting.
Á Jersey vóru nógv trø rundan um skjótibreytina, og tað gjørdi tað heldur torført at rokna vindin út. Ivasamt er, hvussu tað er við hesum á Gotlandi, men so sum føroyingarnir skjóta í løtuni, skuldi tað ikki bilað.










