Føroyingar skoraðu helvtina av málunum hjá Nyborg

Liðið hjá teimum báðum Tróndi Mikkelsen og Pætur Mikkjalsson, SUS Nyborg, tapti í gjár, men føroyingarnir báðir skutu góðan helming av málunum hjá felagi sínum

SUS Nyborg tapti í gjár 29-38 fyri IK Skovbakken á heimavølli, og liðið liggur næstaftast í næstbestu donsku kappingini við bara fimm stigum fyri 14 dystir.

Men hjá føroyingunum báðum gekk ikki so galið í gjár. Serliga hjá Tróndi Mikkelsen, sum gjørdist toppskjútti hjá SUS Nyborg við heili 12 málum, meðan Pætur Mikkjalsson gjørdi trý mál.

Teir báðir ungu føroyingarnir stóðu tí fyri 15 av teimum 29 málunum hjá Nyborg.