Føroyingar setast ikki aftur í at fara til Miðeysturs

Hóast ikki nógvar føroyingar ferðast í Miðeystri í heusm døgum, so merkja ferðaskrivstovurnar ikki, at fólk setast aftur av teimum nógv umrøddu muhammed-tekningunum hjá Jyllands Posten. Danska uttanríkismálaráðið mælir ikki fólki frá at fara hagar at ferðast, men ræður tó dønum til at vísa hógv

MUHAMMED-TEKNINGAR
 
Tað rekur hart á kíkin hjá Danmark í altjóða ódnarveðrinum í løtuni, eftir at Jyllands Posten hevur prentað 12 tekningar av profetinum Muhammed.
Fyri nøkrum døgum síðani frættist, at norðurlendingar vórðu hóttir í Gaza, og í gjár var ein bumbuhóttan ímóti blaðhúsinum hjá Jyllands Posten í Århus.
Føroyingar eru danskir ríkisborgarar, men hóast okkara ríkisrættarligu støða er donsk, verður sambært ferðaskrivstovunum ikki merkt til nakran ótta millum føroyingar.
Á Faroe Travel í Havn siga tey, at áhugin millum føroyingar at ferðast í Miðeystri ella í muslimskum londum ikki er minkaður, og at eingin enn hevur avlýst nakra ferð. Høvuðsmálið á hesum leiðum er helst Egyptaland, sum tó ikki er eins væl vitjað og tey vanligu charterferðamálini. Men tað kemur tó meira enn so fyri, at fólk fara hagar, eins og handilsfólk eisini hava ørindi har av og á, og enn hava tey á Faroe Travel so ikki verið úti fyri, at fólk hava himprast við at fara avstað.
Tey siga, at fólk eru væl upplýst, og vísa til heimasíðuna hjá danska uttanríkismálaráðnum, sum enn ikki hevur mælt fólki til ikki at fara ta ferðast í muslimskum londum, hóast tey eru danir. Tó verður mælt til at vísa hógv.
 
Leggja ætlanir fyri summarið
 
 
Eitt, ið kann spæla inn, um fólk velja at avlýsa eina ferð ella ikki, er, um ferðin er goldin. Tá kann spurningurin um trygging koma upp á tal, og um ferðamálið hjá hesum fólkum ikki stendur á heimasíðuni hjá uttanríkismálaráðnum sum vandamikið at ferðast í, kann verða trupult at fáa ferðina endurgoldna.
Á Flogfelag Føroya hava tey heldur ikki hoyrt frá fólki, sum hava ætlað sær til Miðeysturs og hava hálsað um.
Tó vænta tey, at fólk hava hetta í huganum í hesum døgum, nú fólk ofta byrja at leggja ætlanir um, hvagar tey skulu vera í summarfrítíðini.
Á Flogfelagnum selja tey mest ferðir til Egyptalands og Turkalands, tá talan er um muslimsk lond, men í løtuni vita tey kortini ikki um nakran, sum er farin hagar.
Fonn Flog í Klaksvík hevur heldur ikki merkt nakra serstaka mistrúgv, hóast tey heldur ikki vita um nakran, sum er í Miðeystri í løtuni.
Tey siga, at vanliga ferðast føroyingar ikki so nógv hesa ársins tíð um talan ikki er um silvurbrúdleypsferðir ella aðrar merkisdagar.