Fríggjakvøldið verður fyrilestur í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, har ein føroyingur greiður frá hvussu tað var at seta Merkið á tindin uttanfyri Himalaya fjøllini.
-Ongantíð áður hevur Merkið verið borið hægri, enn tá føroyingar á fyrsta sinni settu tað á hægsta tindin uttanfyri Himalaya fjøllini, siga fyrireikarar á Facebook síðuni.
Eftir tvær vikur í tunnari luft, vánaligum veðri, og við hæddarsjúku, mateitran og motivatiónstrupulleikum, náddu teir tríggir Súni Lamhaugi, Djóni úr Konoy og Arni Vatnhamar tindin á Aconcagua í Argentina.
Tað var 25. Januar í 2012, at teir tríggir kundu njóta eitt óvanliga vakurt útsýni við bláum klárum himmali í 6.962 metra hædd.
Føroyski bólkurin taldi upprunaliga fimm mans, men teir báðir Jón Fossá og Brandur í Funningsstovu máttu geva skarvin yvir. Brandur einans 250 metrar frá toppinum.
Fríggjakvøldið kl. 18.30 verður høvi at hoyra Arna Vatnhamar siga frá og vísa myndir frá túrinum. Arni fer millum annað at greiða frá hvør motivatiónin at gera slíkar túrar er, hvussu fyrireikingarnar vóru, og um mót- og viðgang á túrinum.
Tú kanst lesa meira um tiltakið á síðuni her:










