Føroyingar sannføra í OB

Hesi tíðindi ber danska fótbóltsheimasíðan bold.dk. Talan er um Sørmund Kalsø úr KÍ, Jóan Símun Edmundsson úr B68 og Róald Jakobsen hjá B36. Teir hava í vikuni vant við U19-hópinum og unglingahópinum hjá OB, og avrik teirra hava verið sannførandi, sigur Uffe Pedersen, ið er talentstjóri í OB, við heimasíðu felagsins.

- Talan er um tríggjar góðar fótbóltsspælarar, ið hóast teirra unga aldur spæla á vaksnamannastøði. Teir hava staðið seg væl, og vit hava fingið eina sera góða mynd av teimum meðan teir hava verið her, sigur Uffe Pedersen.

Talentstjórin sigur eisini, at OB heilt víst fer at fylgja ungu monnunum, ið allir eru undir 18 ár, í framtíðini.