Føroyingar, sum búgva í Føroyum, men sum arbeiða og gjalda skatt í Danmark, hava fram til ársskiftið 2010/11 goldið danskan skatt, men arbeiðsmarknaðargjald og ALS-gjald í Føroyum. Nú skulu hesir bæði gjalda danskt og føroyskt arbeiðsmarknaðargjald. Føroyingar eru raktir av broyttum reglum í Danmark.
Orsøkin til broytingina, sigur Høgni Hoydal, fólkatingslimur, er, at danska arbeiðsmarknaðargjaldið, tað sokallaða AM-gjaldið, ikki longur verður gjørt upp sum eitt sosialt gjald í Danmark, men í staðin sum ein skattur.
- Er ein føroyingur eftir ársskiftið skattskyldugur í Danmark, skal viðkomandi eisini rinda AM-gjald í Danmark.
Høgni Hoydal, fólkatingslimur, hevur tí sett danska skattamálaráðharranum, Troels Lund Poulsen (V), soljóðandi spurning:
?Kann ráðharrin greiða frá, hví AM-gjald ikki longur verður roknað sum sosialt gjald, men sum reinur skattur, og metir ráðharrin ikki, at tað er at stilla ein borgara verri enn annan, tá ein føroyingur, sum arbeiðir í Danmark og er búsitandi í Føroyum, skal gjalda arbeiðsmarknaðargjald bæði í Danmark og í Føroyum?? spyr Høgni Hoydal, fólkatingslimur, danska skattamálaráðharran.