Kappingin í Hetlandi verður skipað á sama hátt sum flestu tílíkar kappingar, men tað høvdu bert einir 12 luttakarar teknað seg til, tá Sosialurin tosaði við Ian Davidge úr Hetlandi. So hann segði, at tað helst ikki fara at verða nakrir bólkar at rógva í.
? Raðfylgjan verður meira tilvildarlig, sigur Ian. Hann greiðir frá, at róð verður leygardag, og tá kappingin er av, verður skipað fyri einum hugnakvøldi við døgurða, dansi og undirhaldi.
Í Eide Rowing Club hava tey fýra rógvimaskinur av slagnum Concept 2, sum er tað merki, sum flest øll róðrarfeløg herheima hava útvegað sær at venja á, inntil tíð er at fara í bátarnar.
Og tann 29. mars skipa tey so fyri eini innandurakapping.
Fleiri av limunum í Eide Rowing Club vóru í Føroyum í august mánaði í fjør, tá bátastevna var í Suðuroy. Tá luttóku tey í kappróðrunum, sum vóru tá. Og tá vóru vinarbond knýtt, og tey vilja hetlendingar fegnir varðveita, so tí heita tey á føroyingar, sum hava hug at royna seg í teirra kapping um eina viku um at koma við.
? Tað verður frítt at gista og eta, so tey skulu einans gjalda ferðaseðilin, sigur Ian Davidge úr Hetlandi.
Sosialurin hevur tosað við onkran av føroysku rógvarunum, sum hava ætlanir at fara niður at rógva. Og tey siga, at tey frættu um hesa kappingina frá vinfólkum, sum Ian Davidge hevur í Føroyum.
? Vit hildu tað ljóðaði sera áhugavert, og tí hava vit hug at fara at royna okkum. Eisini kenna vit fleiri av rógvarunum hjá Eide Rowing Club frá tí tey vóru her, greiðir ein av rógvarunum frá.
Sum skilst so eru tað einir fýra ella seks føroyingar, sum fara til Hetlands.
Stevna í august
Men hetlendingar rógva ikki bara á landi. Í august á ár skipa tey fyri róðrarstevnu aftur. Og tá tey vóru í Føroyum bjóðaðu tey føroyingum at koma niður í august í ár at rógva. Talan er tá um ein túr, sum kemur at vara einar átta dagar, har róð verður fleiri ferðir. Millum annað er ein teinum upp á sjey míl, sum skal rógvast. Tá kunnu allir bátar luttaka. Men tað verða eisini róðrar, har rógvarnir og bátarnir verða býtt upp, sum vit eru von við her í Føroyum.
Ian Davidge sigur, at hann vónar, at tað koma nøkur tíggjumannafør, serliga, niður tá, tí Eide Rowing Club eigur eitt gamalt føroyskt tíggjumannafar. og heldur hann, at tað hevði verið stuttligt at kunnað róð við tí móti føroyingum. Men hann leggur aftur at, at tað sjálvandi ber til at leiga ein bát har niðri, um tað ikki ber til at hava føroysku bátarnar við.
? Men so verður tað ikki føroyskir bátar, sigur hann.
Ian vónar at síggja nógvar føroyingar nú til innandura kappingina, men sanniliga eisini í august.
? Free food and accomadation, so just get on the boat!! sigur Ian at enda.