Tað hevur gingið framúr væl hjá Føroyum í svimjingini á oyggjaleikunum í Gibraltar við átta gullheiðursmerkjum, tveimum silvurheiðursmerkjum og fimm bronsuheiðursmerkjum higartil.
Í kvøld eru vónir um, at leggjast kann aftrat talið av heiðursmerkjum.
Føroyar eru partur av ikki færri enn 10 av 11 møguligum finalum í svimjing.
Finalurnar Føroyar eru partur av eru hesum svimjifinalunum í kvøld:
4 x 100 metrar frí kvinnur
4 x 100 metrar blandað menn
100 metrar blandað menn Alvi Hjelm og Róland Toftum
400 metrar frí kvinnur Vár Erlingsdóttir Eidesgaard og Eyðrið Mortensen
200 metrar rygg menn Alvi Hjelm og Óli Mortensen
100 metrar frí menn Rókur Trygvason
50 metrar frí kvinnur Vár Erlingsdóttir Eidesgaard og Barbara Debes
50 metrar firvald menn Róland Toftum
200 metrar rygg kvinnur Signhild Joensen og Eyðrið Mortensen
800 metrar frí menn Óli Mortensen og Johan Nónskarð Dam











