Føroyingar niðurbardir í Rumenia

Talan var ikki um tað poleraða hondbóltsspælið, men eins nógv um knallharðar og mangan svínskar nærdystir, tá ið føroyska manslandsliðið í hondbólti tvær ferðir dystaðist við rumenar um vikuskifti

Hondbóltur

Teir hondbóltsáskoðarar, ið ætla sær at hyggja eftir hálvfinalunum í steypakappingini hjá monnum í annaðkvøld, fara ikki at hava teir stóru trupulleikarnar við at síggja, hvørjir av leikarunum á vøllinum havi verið við landsliðnum í Rumenia í vikuskiftinum - tað eru nevnliga teir, sum eru fullir av bláum, gulum og grønum merkjum ymsastaðnis á kroppinum!

Alt var loyvt
Seint sunnukvøldið fingu vit fatur á einum av føroysku leikarunum, Halgir Dahl-Olesen úr H71, tá ið føroyska landsliðið var komið á eitt gistingarhús í rumenska høvuðsstaðnum Bukarest. Her skuldu teir gista mánanáttina, áðrenn leiðin tíðliga mánamorgunin gekk aftur til Føroya umvegis Keypmannahavn.
Halgir sigur, at hann ongantíð hevur upplivað nakað líknandi hesum báðum dystunum ímóti rumenum. Rumenska liðið spældi serstakliga hart, beinleiðis svínskt, sigur Halgir og leggur aftrat, at dómararnir úr Italia eisini loyvdu ómetaliga hørðum spæli. Alt var loyvt, sigur hoyvíkingurin, sum heldur føroyska liðið í fyrra dystinum bleiv eitt sindur paff av harða spælinum, og av tí sama fekk ein kollektivan niðurtúr.

Fortreytirnar vóru ikki av teimum bestu
Sum vit skrivaðu í blaðnum fríggjadagin var ivi um onkran av leikarunum undan dystunum. Størstur var ivin um málverjan Eli Müller, og tað vísti seg eisini, at hann bleiv ikki klárur til dystirnar báðar. Hetta merkti samstundis, at føroyska liðið bert hevði tann eina málverjan, nevnliga unga hvítanesmannin Levi Nybo, sum til dagligt er málverji í H71.
Haraftrat var Hans Áki Dal-Christiansen, sum er ein av okkara stinnastu serliga í verjuni, eisini skaddur. Og fyri at gera ilt verri fekk ein av okkara vandamiklastu álopsleikarum, Sveinur Justinussen, ein álvarsliga skaða, tá ið fyrri dysturin landana millum ikki var meira enn hálvrunnin.
Hetta gjørdi, at landsliðsvenjarin, Lars Nedergaard, ikki hevði teir stóru møguleikarnar at skifta út, og Halgir Dahl-Olesen sigur, at tað kostaði at taka so nógvar nærdystir bæði í álopi og verju. - Serliga tungt var tað hjá okkara bakspælarum, tí vit vóru so fáir, sigur Halgir.

Seinni dysturin væl betur enn tann fyrri
Sambært Halgir Dahl-Olesen var føroyska avrikið væl betri í dystinum sunnudagin, enn tað var í fyrra dystinum fríggjadagin. Sum áðurnevnt fekk liðið ein kollektivan niðurtúr fríggjadagin, eftir at teir høvdu megnað at fylgt við rumenum í eitt lítið korter.
- Í fyrra dystinum vardu rumenar sera offensivt, og av tí sama bleiv talan um nógvar nærdystir, har rumenar fingu loyvi til at gera, næstan hvat teimum lysti við føroysku leikararnar, sigur Halgir. Hetta tók sum áðurnevnt pippið frá føroyingunum, ið als ikki eru vanir við at so hart spæl verður loyvt.
Halgir heldur, at føroysku leikararnir blivu eitt sindur bangnir av harða og svínska rumenska spælinum. Onkur fekk eisini ein alboga onkrastaðni, ein fekk ein frammaná og allir vóru teir bæði gulir og bláir ymsastaðni á kroppinum eftir dystirnar.
Í seinna dystinum gekk tó væl betur. Tá fylgdi føroyska liðið við rumenum at kalla allan fyrra hálvleik, men seinastu løtuna fyri steðgin gjørdu rumenar tó ein ordans vørr og fóru til hálvleiks við eini sjeymáls leiðslu, greiðir Halgir frá. Um orsøkina til at tað gekk betur í seinna dystinum, sigur Halgir, at til seinna dystin vóru teir fyrireikaðir til harða spælið og allar ónoturnar, og tí fóru teir ikki niður við høvdinum.
Ikki tí, rumenska áskoðarafjøldin royndi eisini at gera sítt til, at føroyingar mistu pippið. Halgir greiðir frá, at hvørja ferð okkurt bleiv dømt til fyrimuns fyri føroyingar ella okkara menn fingu eitt mál, buhaði hvør einasti áskoðari í høllini eftir teimum. Í fríggjadagsblaðnum nevndu vit, at roknað var við upp til 3000 áskoðarum til landsdystirnar, men so var ikki, tí áskoðarafjøldin var neyvan oman fyri tey túsund.

Ingi bleiv slaktaður
Í dystinum sunnudagin helt harða rumenska spælið fram, og til seinast gav tað tó bakslag fyri rumenska liðið. Føroyski liðskiparin, Ingi Olsen, leyp upp og gjørdi ein skotfintu, og fekk tá báðar nevarnar frá einum av rumensku verjuleikarunum beint í andlitið. Ingi lá sjálvsagt skerflatur, og italsku dómararnir hildu hesa gerð verða so mikið álvarsliga, at rumenski verjuleikarin fekk beinleiðis reytt kort. Hetta merkir allarhelst, at rumenar noyðast at verða viðkomandi leikara fyri uttan í fyrra dystinum ímóti Noreg, og tað hóvaði teimum als ikki.
- Ein skuldi trúð, at hetta fekk rumensku leikararnar at verða eitt sindur hóvligari í sínum spæli, men so var ikki, heldur tvørturímóti, sigur Halgir Dahl-Olesen. Nú var tað, sum um at vit skuldu fáa tað hevnt, at ein av teirra leikarum allarhelst fór at fáa leikbann ímóti normonnum, sigur Halgir.

Normenn fáa tað trupult í Rumenia
Spurdur um hvat liðið er tað sterkara, Rumenia ella Noreg, sigur Halgir Dahl-Olesen, at normenn fara at fáa tað trupult í Rumenia, men at teir samanlagt verða omaná. Liðskiparin hjá H71 sigur, at norska liðið er tað betra hondbóltsliðið, og at normenn heldur ikki eru aftanfyri rumenar í kropsstyrki. Spurningurin er bara, hvussu hart spæl verður loyvt av dómarunum.
Í sama viðfangi nevnir Halgir, at um tað høvdu verið norðurlendskir dómarar, ið høvdu dømt dystirnar millum føroyingar og rumenar um vikuskiftið, høvdu okkara menn neyvan tapt við meiri enn okkurt um tíggju málum!