Føroyingar mugu brynja seg við toli

Úrslit av Williamboringini verður ikki alment fyrr enn í februar

Í sambandi við seinastu tíðindasendingina í fjør spurdi Rás 2 stjóran hjá BP í Føroyum, Hjarnar Djurhuus, hvussu hevur gingist við Williamboringini á landgrunninum. Hann sigur, at BP hevur lagt lok á allar upplýsingar, og at tað bara eru luttakandi oljufeløgini og Jarðfeingi, sum fáa nakað at vita um boringina. Hetta er ikki óvanligt vísir hann á, tá oljufeløg eru í ferð við spennandi oljuboringar. Tí mælir BP stjórin øllum føroyingum at brynja seg við toli, nú vit fara inn í eitt nýtt ár.

 

BP, sum er fyristøðufelag fyri Williamboringina, setti borin í 22. oktober. Tað hevur sum skiltst gingið hampuliga væl at bora tó at veðrið til tíðir hevur tarnað boringini nakað. Men sum skilst hevur gingið væl hesar seinastu vikurnar. Tað er oljupallurin Transocean Rather, sum borar fyri samtakið, ið eisini fevnir um Shell, Anadarko og Faroe Petroleum. Borast skal niður á 4750 metrar. Roknað verður við, at nakrir hundrað metrar av boringini er gjøgnum harðar basaltfláir. Herfyri upplýsti BP stjóri, at teir hava tvey mál í brunninum. Tað fyrra skuldu teir røkka um jóltíðir, um alt gekst sum ætlað. Tað seinni liggur longur frammi, helst seint í januar ella fyrst í februar.