Heili 82 prosent av føroyingum hava oljufýr. Tað vísir ein spillfeskkanning, spyr.fo gjørdi fyri nøkrum døgum síðani. Kanningin vísir samstundis at 14 prosent av húsarhaldunum í Føroyum hava hitapumpu og seks present hava fjarhita.
Men tað, sum kanska er meiri áhugavert, er, at hóast kikarin av álvara er settur á veðurlagsbroytingar og á grøna orku, eru tað bara sløk 30 prosent av føroyingum, sum umhugsa at skifta til eina grøna orkuskipan.
Og kanningin vísir eisini, at tá ið føroyingar hugsa um at skifta til eina grøna orkuskipan, er tað ikki akkurát so nógv fyri at verja umhvørvi. Nógv tey flestu, ella heili 70 prosent, leggja nevniliga stóran dent á prísin, og at tey fáa útreiðslurnar til varma, at lækka. Hinvegin er tað gott helvtin, sum sum eisini eru av teirri sannføring, at tað er betri fyri umhvørvið.
Annars halda tveir triðingar av føroyingum, at skal orkan útbyggjast, eiga vit at leggja størsta dent á at útbyggja vindorkuna og ein triðingur heldur eisini, at vit skulu útbyggja sólorku og pumpiskipanir, og næstan helvtin heldur eisini, at vatnorkan skal byggjast út.
Hinvegin eru tað bara 15 prosent sum halda, at tað skal vera Sev, sum einsamalt skal standa fyri hesum útbyggingum, men 60 prosent halda, at privat feløg skulu upp í, og gera tað saman við Sev.
Hinvegin eru tað bara sløk fimm prosent, sum halda, at Sev einki skal hava við hetta at gera, tí at tað skulu vera privatir veitarar, sum skulu standa fyri útbyggingini einsamallir. Kanningin vísir eisini, at í hesum sambandi er tað hips um haps, hvønn politiskan flokk fólk velja.










