Føroyingar á mentanar og róðrarstevna í norðurtýsklandi

Um eina viku verða nógvir føroyingar við á norðurlendskari stevnu í Slesvík í Norðurtýsklandi

Rógving og mentan

Í døgunum 6.-9. august verður ein stór róðrar og mentanarstevna í Slesvík í Norðurtýsklandi.
Samstundis er 1200 ára hald í søguliga staðnum, Hedeby, sum liggur beint við.
Hendan stevnan er fyriskipað í kjalarvørrinum á sera væleydnaðu róðrar- og mentanarstevnuni, sum var á Tvøroyri fyri tveimum árum síðani.
Ein av fyrireikarunum, Ólavur á heygum, sigur, at talan er um eitt norðurlendskt samstarv, sum eisini gongur tvørturum landamarø í Slesvík í Norðurtýsklandi, Annars eru hini norðurlondini eisini við.
Tað verður Joakim, prinsur, sum fer at seta stevnuna fríggjadagin 6. august, og tað skerst ikki burtur, at føroyingar fara at seta síni spor á stevnuni. Føroya Løgmaður, Jóannes Eidesgaard og Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, skulu halda røðu á hátíðarhaldinum í sambandi við setanina.
Harafturat fara eisini Thorsten Dahl, borgarstjóri í Slesvík og Anne Lutkes, lógmálaráðharri, at halda røðu.
Tá ið stevnan verður sett, fara einir 10-15 føroyskir kappróðrarbátar at rógva framsýningarróður, sum endar í einum hálvmána inni í Kongeengen.
Seksæringurin av Tvøroyri, Naddoddur, fer at rógva fremst við tveimum trompetblásarum frammi í stavninum, har teir fara at spæla okkurt kent, føroyskt lag.
Á setanarhátíðini fara eisini Tórshavnar Kamarkór, Húsakórið í Keypmannahavn og eitt kór í Slesvík, at syngja, eins og føroyskur danur verður á skránni.
At enda skal Guðrun Sólja Jacobsen eisini syngja fyri áhoyrarunum. Somuleiðis er eisini ein føroysk listaframsýning á skránni.
Tað eru Ólavur á Heygum, sum er formaður í felagnum Tvørabátinum í Keypmannahavn, og Birgir Kuhl frá róðrarfelagnum í Slesvík, sum hava tikið stig til stevnuna.
Fyrireikararnir vóna, at hendan stevnan verður líka væleydnað sum tann á Tvøroyri í 2002, sum fekk nógva umrøðu í føroyskum og dosnkum fjølmiðlum, Eitt nú gjørdi danska TV 2 eina sending um stevnuna á Tvøroyri.
Eitt slíkt tiltak er dýrt, men tey hava eisini fingið góðan stuðul frá "A.P.Møller og Hustru Chastine MC-Kinney Møllers fond til Almenne Formaal", Maersk Air, Flogfelagi Føroya, Faroe Ship, Ferðaráði Føroya, Hotel Hafnia og Restorff`s Bryggjarí.