Føroyingar móti heimsmeistarunum

Um góða viku skulu sterkastu føroyingarnir royna seg móti heimsins sterkasta pari

Styrki


Fólk tíma ikki longur at hyggja at, hvør verður føroya sterkasti maður. Tað heldur Regin Vágadal í øllum førum, og satt at siga, so man spenningurin um hesa kapping ikki vera so stórur longur, sum hann onkuntíð hevur verið.

Tískil hevur Regin gjørt av, at hann ístaðin fyri at stríðast við teir sterkastu her heima, heldur fer at royna seg móti heimselituni, og fyri heimligu áskoðararnar verður talan um eitt spildurnýtt slag av kapping.


Sámal verður við

Talan er nevnliga ikki um eina kapping, sum líkist tí um Atlantsrisan, men um eina kapping, har luttakararnir kappast tveir og tveir.

Regin hevur áður umboða Føroyar í slíkum kappingum, men tá hevur tað verið í parti við onkrum útlenddskum íðkara.

Sum nakað spildurnýtt verður tað nú ein føroyingur, sum verður í parti við Regini, og hesin er helst tann einasti, sum her heima hevur givið Regini nakað av mótstøðu, nevnliga Sámal Johannis Joensen.

Regin sigur, at teir báðir hava vant miðvíst í eina tíð, og á fleiri økjum hava teir betra munandi um avrik síni. Eitt nú vísir Regin á, at teir hava skorið nærum ein triðing av tíðini, tá teir hava roynt at koppa dekk.


Móti heimsmeistarunum

At fremja eitt gott avrik, verður eisini neyðugt, um teir báðir skulu gera sær nakrar vónir um at vinna kappingina, sum verður í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn.

Mótstøðumenn teirra koma úr Finnlandi, og seinastu fýra árini hevur Finnland eisini vunnið kappingina um at gerast heimsins sterkasta par.

Annar parturin í sterka parinum kann í løtuni eisini rópa seg heimsins sterkasti einstaklingur, tí Janne Virtanen vann kappingina í Suðurafrika, har Regin annars kom í finaluna. Afturat sær hevur Janne Jani Tolonen.


Ætla sær uttanlands

Spurdur, um samstarvið við Sámal Jóhannis er ætla sum ein varandi loysn, sigur Regin, at tað í øllum førum er ætlan teirra. Enn hava teir ikki boðað frá luttøku í nakrari aðrari kapping, men sjálvur vónar Regin, at hetta fer at bera til hjá teimum.

- Tað er eitt sindur keðiligt, at man altíð er einsamallur á ferðunum, og tí hevði tað verið hugaligt, um vit vóru tveir, sigur Regin.

- Úrslitini í parkappingunum verða heldur ikki nóg góð, tá eg ongantíð eri í parti við tí sama. Eg havi onkuntíð verið við einum hollendingi onkuntíð við einum dana og onkra aðra ferð einum finnlendingini, og tá verður samspælið okkara millum ongantíð nóg gott.


Kappingarnar

Fyrsta royndin hjá teimum báðum verður so hósdagin, 28. januar, og tá verður kappast í fimm greinum.

Fyrst skulu 30 sekkir við MBM fóðuri (1200 kg íalt) flytast í eini »loading-event«. Hetta verður gjørt soleiðis, at annar hvílir, meðan hin lastar, og so gera teir sjálvir av, nær teir skiftast.

Eftir hetta skulu teir í felag halda einum 50 kg tungum Sony-sjónvarpið í strektum armum, og tá ræður sjálvandi um at halda so leingi, sum gjørligt. Í hesum sambandi kann nevnast, at í júst hesari kappingargrein hevur Sámal Jóhannis vanliga verið sera sterkur.

Triðja kappingin er tann vælkenda dekk-koppanin, har eitt stórt dekk skal koppast yvir ein ávísan tein. Her verður kappast í trimum umførum, og er vinnarin so tað liðið, sum vinnur tvey av hesum.

Í næst seinastu kappingini ræður um at lyfta ein viðarbul upp um høvd so ofta sum gjørligt. Hvørt liðið hevur tríggjar minuttir at lyfta í, og eins og í fyrstu kappingini, er tað bert annar parturin, sum lyftur í senn.

Fyri áskoðararnar er seinasta kappingin kansk hin mest undirhaldandi. »Pool-push« eitur kappingin, og pørini tá royna at kroysta hvønn annan úr einum avmerktum øki við hjálp av einum viðarbuli.

Kappingin verður sum nevnt 28. desember, og lagt verður til brots kl. 20.00. Hildið verður so fram til allar greinarnar eru av, og verður hetta væntandi umleið kl. 22.00.