Føroyingar lykilin til heiluvág

SJÚKUVIÐGERÐ Tað er ein kanning, har føroyingar eisini hava tikið lut, sum hevur ført til, at tilráðingin í sambandi við sjúkuna GSD er broytt frá nógvum sukri til høgt innihald av proteini. - Góðu kostvanarnir verja føroyingar móti sjúkuni, sigur David Weinstein, leiðandi granskari

Leo Poulsen

Seinastu árini eru læknar vorðnir varðugir við sjúkuna GSD 3a, ið er óvanliga útbreidd í Føroyum í mun til onnur lond. David Weinstein er granskari við universitetið í Florida og ein av leiðandi granskarunum innan GSD, og hví heldur hann, at sjúkan er so nógv útbreidd her hjá okkum?
- Orsøkirnar eru tvær. Tað eru nógv ættarlið síðani, at sjúkan kom til Føroya, ja, heilt afturi í víkingatíðini, so vítt sum vit duga at meta. Og av tí at samfelagið var ogvuliga lítið, spreiddist sjúkan skjótt og vítt, og í dag er ein út av hvørjum 21 ella 22 ein berari, sigur David Weinstein.
Hin orsøkin er heilt einfalt, at føroyingar standa seg betri móti sjúkuni enn nakar annar í heiminum.
- Fólk liva við sjúkuni her, meðan tey ikki megna at standa ímóti aðrastaðni í heiminum, og orsøkin er, at kosturin er ógvuliga góður og rætt og slætt heilivágur móti GSD, sigur David Weinstein.
Kosturin her – áðrenn vit fingu Burger King, sum serfrøðingurin málber seg – var hópurin av proteinum, nógvur fiskur og nógv kjøt, nakað, ið er gott móti sjúkuni og heilsubót fyri fólk.
- Sjúklingarnir í Føroyum eru ógvuliga heilsusterkir, men hyggur tú at øðrum pørtum av heiminum, so sum Wales ella Bretlandi, eru sjúklingarnir ógvuliga sjúkir, tá teir koma upp í 20-ini og enda í koyristóli. Fleiri doyggja longu í 30-árunum, meðan vit í Føroyum hava fólk, ið eru nógv eldri og hava tað gott, tí kosturin er so heilsugóður, sigur David Weinstein.

Upplagt granskingarøki
Lutfalsliga høga talið av sjúklingum við GSD ger tað sjálvandi áhugavert hjá David Weinstein at granska her, men tað er ikki fremsta orsøkin til, at hann kemur til Føroya.
- Sjálvandi er tað áhugavert at vera í Føroyum, men eg eri her fyrst og fremst fyri at hjálpa sjúklingunum, og tað er tað, sum eg havi gjørt í 13 ár, og tit hava næstan líka nógvar tilburðir í Føroyum, sum vit hava í USA. Tað hóast tit eru undir 50.000 íbúgvar, meðan USA hevur oman fyri 300 milliónir, sigur David Weinstein.
Hann granskar í sjúkuni, tí hann ynskir at hjálpa børnum og vaksnum.
- Fyri meg ræður tað um at hjálpa fólki, og eg eri ikki her, tí tað er áhugavert. Eg eri her, tí eg kann gera mun, sigur Weinstein.
Men høga talið av fólki við GSD í einum so lítlum øki ger Føroyar til eitt upplagt stað at granska sjúkuna.
- Tað hevði verið upplagt at gjørt Føroyar til miðdepilin fyri gransking av GSD. Vit hava verið í samband við læknar á Landssjúkrahúsinum, og felag er sett á stovn fyri at veita hjálp til sjúklingar og foreldur, so tað hevur verið ein ótrúliga áhugaverd gongd seinastu árini. Føroyar eru einastandandi í so máta, tí vit kundu granska nógv effektivari her, enn nakað annað stað í heiminum, sigur David Weinstein.
Ein kanning, sum føroyingar luttóku í, førdi til, at viðgerðarhátturin varð heilt umlagdur (sí faktaboks).
- Fyrr var viðgerðin fyri GSD sukur fyri ein stóran part, men við hesari kanningini í Føroyum er tilráðingin púra broytt fyri allan heimin. So tað er í veruleikanum føroyingum fyri at taka, at viðgerðarhátturin fyri GSD er broyttur, sigur David Weinstein.

Kemur aftur
Hetta er sum nevnt aðru verð, at David Weinstein er i Føroyum, og stendur tað til hann, verður hetta ikki seinastu ferð.
- Nei, tað vóni eg sanniliga ikki. Mær dámar so stak væl her í Føroyum. Her er ógvuliga gott at vera, og fólkini eru so framúr fitt og blíð, og mær dámar so væl at hjálpa, at eg púra vist komi aftur, um so er, at tit vilja hava meg, sigur David Weinstein.
GSD er ein sjúka, sum í dag ikki kann lekjast, og tí ber bert til at halda henni niðri, men granskað verður alla tíðina í GSD. Weinstein granskar á University of California í Florida, og hesaferð hevur han eina læknalesandi við sær, sum ætlandi skal hjálpa honum í framtíðini. Talan er um Laurie Mingrich.
- Eg vóni, at vit ein dag finna ein kur sum kann lekja sjúkuna, men í dag fáa vit bert viðgjørt hana. Tað ljóðar kanska ikki spennandi, men við høga protein innihaldinum og við maizena í kostinum hevur gjørt sjúkuna bøtandi, og fólk eiga at kuna liva eitt gott lív. Men vit arbeiða fram ímóti at finna ein lekidóm, sigur David Weinstein.
Hetta verður millum annað gjørt við hundum, ið náttúrliga hava sjúkuna.
- Teir hava líknandi sjúku, eina sjúku, ið er deyðilig, og vit gera gen-relateraða viðgerð fyri at lekja teir. Vit vóna við tíðini at testa hetta við hundum, ið hava typu 3, ið er næstan eins við tað, fólk hava, og kunnu vit lekja hundarnar, vóni eg, at vit eisini við tíðini kunnu lekja fólk. Men inntil ta tíð kunnu vit bert viðgerða, sigur David Weinstein, professari í GSD.

David Weinstein saman við læknalesandi Laurie Mingrich. Tey bæði vitjaðu í síðstu viku í Føroyum og tosaðu við teir 16 sjúklingarnar, ið hava fingið staðfest GSD (Glycogal Storage Disease)
Mynd: Jens Kristian Vang