Boripallurin Stena Don, sum í summar skal royndarbora eftir olju í Brugduøkinum á føroyska landgrunninum, hevur gjørt avtalu við P/F Poul Michelsen um at levera proviantin. Hetta er ein rættiliga stórur og krevjandi sáttmáli, tá hugsað verður um, at ikki færri enn 300 fólk verða knýtt at boringini í tríggjar mánaðir í heyst.
Leveringarnar skulu veitast um oljuhavnina í Runavík. Tað er Statoil, sum stendur fyri boringini.
Trinity International í Aberdeen er høvuðsveitari av øllum manningartænastum so sum reingerð og mati.Tað er sum undirleverandørur hjá Trinity International, at P/F Poul Michelsen kemur inn í myndina.
-Hjá P/F Poul Michelsen eru vit sera fegin um avtaluna og spent uppá at bjóða hesi nýggju uppgávu av. Krøvini til proviantaringsveitanina til boripallar eru størri enn vanligt, men ikki størri enn at uppgávan væl kann klárast sigur Poul Michelsen, stjóri í eini viðmerking.
Fólk frá PM havi seinastu dagarnar verið í Aberdeen hjá Trinity International, sum er ein heimsfyritøka. Har hava tey kunnað seg um mannagongdirnar í samband við veitingarnar til boripallin Stena Don.